Viðgera, um løgtingslimur skal missa órinið

10.10.2017 - 20:10
AktueltSamfelag
Viðgera, um løgtingslimur skal missa órinið
Løgtingið skal í næstum taka støðu til, um órinið skal takast frá Paula Trónd Petersen 
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Pauli Trond Petersen, borgarstjóri í Vestmanna og løgtingslimur fyri Tjóðveldi, fer sjálvur at heita á løgtingið um at taka órinið frá sær, eftir at illgruni er um, at hann hevur koyrt ávirkaður av rúsdrekka. 
Pauli Petersen skrivar sjálvur á vangan hjá sær í dag, at hann hevði drukkið nakrar øl, áðrenn hann setti seg í bilin og koyrdi til hús leygarkvøldið.
Pauli Petersen skrivar:  "Sum løgtingslimur fari eg sjálvandi at heita á Føroya Løgting um at taka órinið frá mær í hesum máli, so eg kann taka fulla rættarliga ábyrgd og revsing á meg samsvarandi ferðslulógini." 

Somu revsing sum onnur

Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður hjá Tjóðveldi, sigur seg vilja hava somu revsing sum ein og hvør annar borgari fyri rúsdrekkakoyring.

Pauli Trond Petersen sigur við útvarp, at royndin hjá politinum vísti 0,4 promillu, men hetta skal staðfestast í blóðroynd, áðrenn nakað lógarbrot kann sigast at hava verið framt.

Sjálvur váttaði hann í gjár, at hann hevði verið í 70 ára føðingardegi um kvøldið, og at hann hevði drukkið onkra øl.

Løgtingsfólk vard

Tá talan er um løgtingslimir, kann dómsvaldið ikki revsa uttan víðari. Løgtingsfólk eru serliga vard fyri dómsvaldinum, og tí skal løgtingið samtykkja at taka órinið (immunitetin) frá einum løgtingslimi, um hann skal kunna revsast.

- Staðfestir blóðroyndin, at eg var ávirkaður, vil eg hava somu revsing sum ein og hvør annar borgari. Tí fari eg at biðja løgtingið um at taka órinið frá mær. Eigi eg at missa koyrikortið, ella fáa eina bót, so skal eg hava tað eins og ein og hvør annar, sigur Pauli Trond Petersen við útvarpið.

Skeiv avgerð

Á Facebook skrivar Pauli Trond Petersen fyri einum tíma síðani, at hann gjørdi eitt stórt mistak leygarkvøldið, sum hann er sera harmur um.

- Eg veit væl, at tað ongantíð er rætt at koyra bil ella onnur akfør, eftir at ein hevur smakkað sær á. Tað finst als eingin góð umbering fyri slíkum atburði, og tí fari eg heldur ikki at royna at umbera meg ella skeivu avgerð mína.
-Eg leggi sjálvur stóran dent á, hvat er rætt, og hvat er skeivt, og veit tí sera væl, at tað als ikki var rætt av mær at koyra ávirkaður leygarkvøldið.

Bíða eftir úrsliti

Í málum um promillukoyring verður altíð blóðroynd tikin fyri at staðfesta neyvu promilluna. Tað svarið kemur ikki fyrr enn um eina ella tvær vikur.

Revsingin fyri slík brot á ferðslulógina veldst um, hvussu stór promillan hevur verið.


 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. desember
Jól
75561
Leygardag 16. desember
ALSO: Bjóðið vinmanninum við!
75612
Leygardag 16. desember
Morgunlestur leygardagur 16.desember 2017
75338
Fríggjadag 15. desember
Jazzofonin 13. desember 2017
75580
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. desember
Koba & Vatnhamar II (4:4)
75534
Mikudag 13. desember
25 minuttir: Ronnie Midjord
74873
Sunnudag 10. desember
Andaktin
75323
Sunnudag 10. desember
Møti úr Ebenezer í Havn
75324
Hósdag 7. desember
Millum himmal og helviti
75220