Løgreglan úr at gera

Løgreglan úr at gera
Óvanliga nógv drukkin ungfólk vóru í býnum, og tey vóru óhølvað ímóti løgregluni
 
15.10.2017 - 10:49

Løgreglan hevði úr at gera í nátt, tí nógv fólk var í býnum, og serliga nógv drukkin ungfólk vóru at síggja í høvuðstaðnum. Tey dugdu sær heldur ikki hógv, og vóru óhølvað ímóti løgregluni.

Í morgun klokkan hálvgum átta bóru tveir bilar saman á vegnum við Fútaklett í Vágum. Tað vísti seg at annar bilførarin hevði drukkið, og kann rokna við at missa koyrikortið.

Í nátt var eisini ein tikin fyri at koyra ávirkaður á prutli. Løgreglan gjørdi eisini grein 13 kanningar á vegunum, men einki óvanligt var at merkja í teimum kanningunum.

Ein maður gjørdist illur í sær í eini bygd í Eysturoynni, so fólk valdu at ringja eftir løgregluni. Hann var somikið illur, at neyðugt var at halda honum niðri eina góða løtu, fyri at fáa hann at sissa seg. Hann var somikið ógvusligur, at sjúkrabilur varð boðsendur, men hann fekk einki mein av hendingini.

Eitt harðskapsmál fylti nógv hjá løgregluni í gjár, eftir at ein dani fór illa við einum russara. Hann bæði sparkaði og slerdi viðkomandi. Russarin var lagdur inn á sjúkrahúsið, men eftir kanningar var hann útskrivaður aftur. Løgreglan skipaði tí fyri eini innanrættarligari avhoyring, fyri at fáa at vita frá russaranum hvat hendi. Tá skulu bæði advokatar tulkur og dómari vera við, og ein slík avhoyring tekur drúgva tíð. Málið er mett sum uppklárað, tí myndir vísa hvat fór fram, og tær eru í varðveitslu hjá løgregluni, til málið kemur fyri í rættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672