Mæla til at burturvísa stjórnarskipanina

bannari
Mæla til at burturvísa stjórnarskipanina
Løgtingsumsitingin mælir til, at uppskotið um stjórnarskipanina verður víst burtur
 
19.10.2017 - 10:50

Ikki gjøgnumarbeitt og tí heldur ikki búgvið hjá løgtinginum at taka støðu til. Tað er harði dómurin, sum løgfrøðingarnir hjá løgtinginum fella um stjórnarskipanina hjá løgmanni.      

Løgfrøðingarnir hjá løgtinginum mæla tí til at senda løgmanni uppskot hansara um stjórnarskipan aftur.

Uppskotið er ikki í samsvari við tingskipanina, sigur umsitingin hjá løgtingimum.

Umsitingin mælir tí til, at formansskapurin gevur løgtingsformanninum loyvi til at mæla tinginum til at vísa málinum burtur. 

Tað er, at tingið ikki viðger málið í tí líki, tað er nú. 

Samsvarar ikki við verandi tingskipan

Løgfrøðin hjá løgtinginum heldur, at viðmerkingarnar í uppskotinum eru ikki í samsvari við tingskipanina.

Viðmerkingarnar er alt ov fáar, og tær, sum eru, eru ófullfíggjaðar. 

Uppskotið ber brá av ikki at vera gjøgnumarbeitt. Tað er tí ikki búgvið hjá tinginum at taka støðu til.   

Tað er ikki í lagi, at ein stjórnarskipan, sum skal verða grundarlagið undir einum rættarsamfelagi og eitt amboð hjá løgtinginum, ikki hevur grundgevingar, sum nágreina ella í minsta lagi hugleiða um ymsu greinarnar í uppskotinum. 

Uppskotið um stjórnarskipan er sett á skrá til fyrstu viðgerð í løgtinginum 24.oktober.

Tað er týsdagin í næstu viku.

Les uppritið her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392