Maurice Ross venjari hjá Víkingi

Maurice Ross venjari hjá Víkingi
Víkingur hevur fingið nýggjan venjara
 
01.11.2017 - 16:36

Tað verður 36 ára gamli skotin, Maurice Ross, ið skal venja tvífaldaðu føroyameistararnar í 2018 og 2019.

Víkingur og Maurice Ross hava skrivað undir sáttmála, sum er galdandi í tvey ár.

Hevði fleiri møguleikar

Maurice Ross sigur við Kringvarpið, at hann var eisini í samráðingum við NSÍ, og at hann er takksamur fyri, at felagið vísti honum áhuga.

Hann ivaðist tó ikki í at velja Víking, tá hann og nevndin í felagnum vóru blivin samd.

- Víkingur hevur landsliðsspælarar og nógvar rutineraðar spælarar. Eg vil menna teir, men eg veit eisini, at Víkingur er felagið, ið er mest mennandi fyri meg, sigur Maurice Ross.

Hann takkar samstundis undanfarna venjaranum, Sámal Erik Hentze, sum hevur syrgt fyri, at Víkingur aftur í komandi ári er í Champions League-kappingini

NSÍ var eisini áhugað í Maurice Ross, sum endaði við at velja Víking

Nýggir spælarar í hópin

Maurice Ross sigur, at tað fara at koma nýggir spælarar í Víkingshópin.

- Tað er eingin loyna, at miðalaldurin er høgur, og tí mugu vit hava nakrar spælarar afturat. Vónandi fer tað at eydnast at fáa nakrar ungar spælarar upp úr 1.deild.

Maurice Ross sigur eisini, at tað er sannlíkt, at onkur spælari úr útlandinum fer at koma til Víking.

Hann sigur tó, at hann eisini ætlar sær at fáa meira burtur úr spælarum, sum longu eru í hópinum. Maurice Ross nevnir eitt nú Heðin Hansen.

- Um tú spyr meg, so kann Heðin Hansen spæla á landsliðnum, um hann ger tað, sum skal til. Eg ætli mær at fáa tað fram í honum, sigur Maurice Ross.

Maurice Ross ætlar, at Víkingshópurin skal telja 22 spælarar, sekstan royndar spælarar og seks ungar spælarar.

Fer at tosa við Fróða Benjaminsen

Landsliðsmiðvallarin, Fróði Benjaminsen, verður fjøruti ár í desember, og hann hevur ikki gjørt av, um hann fer at spæla fótbólt í 2018.

Men stendur tað til nýggja venjaran hjá Víkingi, so verður Fróði Benjaminsen í hópinum.

- Fróði er ein fantastiskur spælari, og hann hevði styrkt øll feløg í Føroyum. Eg fari at gera mítt fyri at sannføra hann um at spæla víðari.

Maurice Ross ynskir, at Fróði Benjaminsen skrivar nýggjan sáttmála við Víking.

Aldur er ikki avgerandi

Miðalaldurin hjá Víkingi er høgur, men tað er ikki so týdningarmikið, sigur Maurice Ross, tí fyri hansara viðkomandi snýr alt seg um hugburð.

Tað er líkamikið, um spælarin er sekstan ella fjøruti. Um viðkomandi vil renna, pressa og spæla væl í 95 minuttir, so fær hann møguleikan í mínum hópi.

Næstbesta liðið hjá Víkingi var mannað við ungum spælarum og endaði á øðrum plássi í 1.deild, og nýggi venjarin sigur, at hann vónar, at onkur av teimum klárar at spæla seg á Effoliðið.

Offensivari víkingar

Víkingur hevur í ár fyri tað mesta spælt við 4-5-1 spælskipan, har tað við sera góðum skjótálopum mangan hevur eydnast væl at revsa mótstøðuliðini.

Maurice Ross sigur, at hann ætlar, at Víkingur skal vera í einari meira offensivari útgávu, tá teir spæla á heimavølli.

- Eg haldi ikki, at meistararnir skulu spæla við einari 4-5-1 skipan, har teir dúva upp á skjótálop, tá teir spæla á heimavølli. 

- Øll feløg skulu føla, hvar tey eru komin, tá tey spæla í Gøtu, og tað hevur við sær, at vit fara niðan á vøllin at pressa.

Høg mál

Víkingur hevur vunnið føroyameistaraheitið í fótbólti í tvey ár á rað, og tí er málsetningurin sjálvsagt eisini høgur fyri 2018.

- Eg havi tosað við nevndina, og vit vilja klára okkum væl í steypakappingini, kappast um føroyameistaraheitið og klára okkum væl í Champions League.

- Soleiðis er tað bara, tá man er venjari hjá meistarunum, sigur Maurice Ross.

Byrjar í januar

Maurice Ross er í løtuni staddur uttanlands, har hann heldur feriu, men hann kemur aftur til Føroya í einum av komandi døgunum.

- Eg fari at hava ein fund við spælararnar, har eg fari at greiða teimum frá, hvat eg ætli mær við Víkingi. 

- Teir mugu eisini tá siga mær, um teir eru tilreiðar at geva tað sum skal til, sigur Maurice Ross, sum fer at hava fyrstu venjingina við Víkingi í januar.

Hagtøl um Maurice Alexander Ross:

  • Hann er 36 ár, føddur tann 3. februar í 1981.
  • Hann kom víða sum fótbóltsspælari. Hann spældi fyri ellivu feløg: Glasgow Rangers, Sheffield Wednesday, Wolverhampton Wandereres, Millwall, Viking, Kocaelispor, Aberdeen, Beijing Guoan, Motherwell, Livingston og FK Vidar.
  • Hann vann bæði skotsku landskappingina og steypakappingarnar við Rangers. Hann skjeyt eisini fyrsta málið í steypafinaluni í League Cup í 2005, tá Rangers vann 5-1 á Motherwell.
  • Hann var tá sera nær við at skriva undir sáttmála við West Ham, men Rangers vildi ikki lata hann fara.
  • Sum høgribakkur spældi hann 13 landsdystir fyri Skotland.
  • Yrkisleiðin var í hæddini, tá hann spældi fyri Rangers. Hann hevur fyrr sagt, at hann dugdi illa at tillaga seg í hini feløgini.
  • Hann hevur fyrr verið venjari í Norra. Í tvey ár stóð hann á odda fyri Sola FK, sum spælur í fjórðbestu deildini í Norra, og í fjør var hann venjari hjá Egersunds IK, sum spælur í triðbestu deildini.
  • Hann segði starvið hjá Egersunds IK frá sær, tí hann misti sítt borgarliga starv.
  • Hann var venjari hjá TB/FC Suðuroy/Royn í 2017. Felagið endaði á áttanda plássi í Effodeildini

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977
Hósdag 21. november
Andaktin
183976