Pensjónsaldurin hækkar

bannari
Pensjónsaldurin hækkar
Landsstýrið leggur í løtuni pensjónsnýskipanina fram. Ein broyting verður, at pensjónsaldurin hækkar
Mynd: Almannaráðið  
 
03.11.2017 - 10:09

Pensjónsaldurin hækkar við hálvum ári í 2025, og aftur í 2030, so pensjónsaldurin í 2030 verður 68 ár.

Vit skulu vera longur á arbeiðsmarkanaðinum, tað er ein partur av pensjónssemjuni, sum samgongan og Sjálvstýri løgdu fram fyrrapartin.

Fyrsta januar 2025 hækkar pensjónsaldurin við hálvum ári, úr 67 uppí 67 eitt hálvt. 

Fyrsta januar 2030 hækkar pensjónsaldurin aftur við hálvum ári, og verður tá 68 ár. 

Fimta hvørt ár skal pensjónsaldurin eftirmetast samanborið við miðal lívsævi hjá 65 ára gomlum. 

Boðast skal frá broytingum í pensjónsaldrinum við 10 ára ávaring, og pensjónsaldurin kann í mesta lagi hækka hálvt ár fyri hvørja eftirmeting. Taå merkir, at at hann í mesta lagi kann hækka við hálvum ári, fimta hvørt ár.

Fyrsta eftirmeting verður í 2025, við møguligari broyting í 2035.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744