Grein 25 nevndin skal skipast

bannari
Grein 25 nevndin skal skipast
Seinnapartin í dag fer grein 25 nevndin, sum skal viðgera uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipan, at skipa seg.
 
14.11.2017 - 13:58

Nevndin hevur fund klokkan 14, og tá verða formaður og næstformaður valdir.

12 fólk manna grein 25 nevndina. Stóru flokkarnir hava tvey umboð og smáu flokkarnir eitt umboð.

Føstu limirnir í nevndini eru:

Kristianna Winther Poulsen og Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum, 

Annita á Fríðriksmørk og Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi, 

Bárður á Steig Nielsen og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, 

Jørgen Niclasen og Elsebeth Mercdis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum, 

Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Hanna Jensen úr Framsókn, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844
Leygardag 19. juli
Video: 10 Mannafør á Vestanstevnu 2025
194738