Liljan Weihe fingið ætlanarskriv um uppsøgn

Liljan Weihe fingið ætlanarskriv um uppsøgn
Liljan Weihe tíðindaleiðari Í kringvarpi Føroya hevur í dag fingið ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum, stjóra
 
30.11.2017 - 13:20

Johnny í Grótinum hevur í dag kunnað tíðindadeildina í Kringvarpi Føroya um, at tíðindaleiðarin er frítikin fyri at møta til arbeiðis næstu dagarnar.

Hann váttaði samstundis, at Liljan Weihe hevur fingið ætlanarskriv, men vil ikki viðmerkja innihaldið í hesum annað enn, at tíðindaleiðarin er frítikin fyri at møta til arbeiðis í nakrar dagar.

Hann segði somuleiðis, at ætlanarskrivi skal síggjast í sambandi við greinarnar í Sosialinum fyri viku síðani, sum m.a. viðgjørdu tvey skriv frá tíðindaleiðaranum til stýrið um, at stjórin leggur seg ov nógv út í journalistisku viðgerðina - og at hann skal hava ein gegnistrupulleika í samband við viðgerðina av skattafrádráttinum hjá Eik Banka, sum í dag eitur Betri Banki.

Ætlanarskriv um uppsøgn

Liljan Weihe váttar, at talan er um ætlanarskriv um uppsøgn, og at uppsøgnin í ætlanarskrivinum er grundað á illoyalitet. Har stendir millum annað: 

- Orsøkin til uppsøgnina er, at stjórin kann ikki góðtaka tygara illoyala atburð móti stjóranum, móti stovninum, sum millum annað er komið til sjóndar seinastu dagarnar..

Hoyringarfreistin hjá tíðindaleiðaranum er 14 dagar.

Heini Gaard er settur sum virkandi tíðindaleiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585