Blóðtrýstheilivágur elvir til húðkrabba

Blóðtrýstheilivágur elvir til húðkrabba
Ein av best umtókta heilivágnum í heiminum verður nú knýttur saman við økta vandanum fyri húðkrabba
 
04.12.2017 - 14:31

Tað skrivar Politiken. 

Anton Pottegård, ph.d'ari og lektari fyri deildina fyri kliniska farma-kologi og farmaci við Syddansk universitet sigur við Politiken, at tíggjundi hvør tilburður av einum serligum slagi av krabbameini í húðini hvørvur, um heilivágurin verður tikin av, -  at so høvdu 250 færri danir á hvørjum ári sloppið undan at fingið húðkrabba.

Hann hevur staðið á odda fyri donskum granskaraliði, sum í dag hevur almannakunngjørt úrslitið av granskingini í leiðandi vísindaliga tíðarritinum fyri húðsjúkur, - Journal of the American Academy of Dermatology.

Teir knýta samansetingarheiligvágin við evninum hydro-chlor-thiazid saman við økta vandanum fyri húðkrabba. Heilivágurin verður brúktur móti ov høgum blóðtrýsti. 

80-túsund danir við húðkrabba eru kannaðir og tað er heilivágurin hjá teimum eisini.

Sambært granskingini er niðurstøðan, at við at brúka hydro-chlor-thiazid í longri tíð, økist vandin sjey ferðir fyri at fáa serliga krabbameinið, - plátu-kyknu-krabba, í húðina.

2.500 danir fáa árliga plátu-kyknu-krabba. Kanningin vísur, at tíggjuni hvør av hesum tilburður eru orsakað av hydro-chlor-thiazid.

- Vit hava kannað onnur sløg av heilivági móti ov høgum blóðtrýsti, men funnu als einki samband millum at taka hann og tilburðir av húðkrabba, sigur Anton Pottegård við Politiken.

Danska heilivágstýrið sigur við Politiken, at tey hava vent sær til Evropiska heilivágs-agenturið, EMA, og tey fara nú at kanna heilivágin nærri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860