Íslendingar fingið fleiri atgongumerki til HM

Íslendingar fingið fleiri atgongumerki til HM
Stórur áhugi er í Íslandi at søkja um atgongumerki til HM í fótbólti í Russlandi næsta ár
Mynd: IcelandReview  
 
08.12.2017 - 16:26

At byrja við fekk Ísland 3.200 atgongumerki at selja íslendingum.  Men áhugin fyri at keypa atgongumerki er størri, enn talið av atgongumerkjum, og tí verður neyðugt við lutakasti.

24 tímar eftir, at sølan byrjaði, høvdu 3.550 íslendingar søkt um atgongumerki, - tað sigur talsmaður fyri FIFA.

Hóast leikvøllirnir, har Ísland skal spæla, hava pláss fyri 45-túsund áskoðararum, so hava íslendingar bara fingið átta prosent av samlaðu atgongumerkjunum, - sum svarar til 3.200 pláss. 

Fleiri atgongumerki

KSÍ hevur, saman við øðrum tjóðum, verið í samband við FIFA og biðið um at fáa størri part enn bara 8 prosent, og nú hevur Ísland fingið 1.365 atgongumerki aftrat teimum 3.200.

Sostatt er nú talan um góð 5.000 atgongumerki til íslendingar at kasta lut um.

Ísland, sum í løtuni er á 21. plássi í almennu stigatalvuni hjá FIFA, er í D-bólkinum, og skal spæla móti Argentina í Moskva 16. juni, Nigeria í Volgograd 22. juni og Kroatia í Rostov 26. juni.

Evsta mark at søkja um atgongumerki er 31. januar til innleiðandi dystirnar, og eisini um Ísland kemur víðari í kappingini, skrivar RUV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843