Fleiri lærarar geva ikki betri úrslit

Fleiri lærarar geva ikki betri úrslit
Tað vísir ein norsk kanning, eftir at stórtingið játtaði nógv fleiri pengar til fleiri lærarar.
 
13.12.2017 - 09:34

Tað var í 2012, at stórtingið játtaði 1,5 milliardir krónur, so 600 fleiri lærarar kundu setast í starv frá 2013 til 2016 - og tað skuldi geva betri úrslit í skúlunum. Talan var um 166 skúlar.

Kanningin staðfestir, at átakið hevði lítla ella onga broyting við sær, sigur Lars Johannesen Kirkebøen, sum stóð á odda fyri eftirmetingini við norska kringvarpið.

Hóast úrslitið so bendir kanningin á, at pengarnir vórðu nýttir rætt - til matematik, norskt og enskt, men úrslitið varð ikki so gott, sum vónað.

Og hóast færri næmingar vóru í flokkunum, so gav tað ikki tað væntaða úrslitið. Ein orsøk var eftir øllum at døma, at lærararnir ikki dugdu at broyta framgangshátt, tá færri næmingar vóru, og kanska leggja undirvísingina øðrvísi til rættis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592