Almannaverkið fær ikki ynsktu undantøkini

Almannaverkið fær ikki ynsktu undantøkini
Almannverkið hevur biðið um 140 undantøk, tá verkfallið hjá Pedagogfelagnum verður hert mánadagin. Men bara 89 undantøk verða givin
 
16.12.2017 - 10:13

Nú verkfallið hjá Pedagogfelagnum rakar stovnar undir Almannaverkinum mánamorgunin, hevur Almannaverkið biðið um at fáa 140 undantøk fyri at tryggja lív og heilu hjá borgarum, sum Almannaverkið varðar av. Men sambært stjóranum í Almannaverkinum, Edvardi Heen, so hava tey fingið játtað 89 undantøk. Í fleiri førum er talan tó ikki um tey undantøk, sum Almannaverkið hevur biðið um, og tað undrar stjóran í Almannaverkinum.  

Herðingin av verkfallinum hjá pedagogunum, sum eftir ætlan skulu byrja klokkan 8 í morgun, og skuldi umfata limirnar í Føroya Pedagogfelag, sum starvast hjá Almannaverkinum, varð í gjárkvøldið ógildað av Fasta Gerðarrættinum og tískil avlýst. Men blekkið á úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrættinum var nóg illa tornað, áðrenn Føroya Pedagogfelag fráboðaði eina nýggja herðing av verkfallinum, sum umfatar limir felagsins, sum starvast á stovnum hjá Almannaverkinum, at byrja mánamorgunin klokkan 8. 

Tað var Fíggjarmálaráðið, sum bað Fasta Gerðarrættin viðgera málið sum skundmál. Orsøkin var, at Almannaverkið hevði biðið um undantøk, men Pedagogfelagið noktaði at geva undantøk. 

Fasti Gerðarrætturin gevur Fíggjarmálaráðnum viðhald. í niðurstøðuni hjá Fasta Gerðarrættinum stendur: 

- Fráboðaða verkfallið frá Føroya Pedagogfelag fyri allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum, er óheimilað, tí at tað ikki í seinasta lagi samstundis eru givin ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk sambært avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist, stykki 5, síðsta punktum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776