Mykinesleiðin boðin út

Mykinesleiðin boðin út
Nú kunnu tey, sum hava hóskandi skip, bjóða sær til at sigla millum Sørvág og Mykines næstu trý árini, kanska fimm árini
 
21.12.2017 - 09:40

Strandfaraskip landsins bjóða Mykinesleiðina út frá 2018 at rokna. Leiðin verður boðin út at røkja í trý ár við møguleika at leingja sáttmálan í tvey ár - til og við 2022.

Sigldir verða tveir túrar um dagin frá 1. mai til 31. august. Eisini verður siglt í heystfrítíðini.

Sáttmálaprísurin er 300.000 kr. um árið, sum Strandfaraskip landsins gjalda tí, sum fær siglingina.

Men tann, sum fær siglingina, fær eisini allar inntøkur av farmi og ferðafólki. Tær inntøkurnar vóru 1,3 mió. kr. í ár.

Strandferðslan treytar sær at kunna leiga skipið á Mykinesleiðini til sigling á øðrum leiðum 80 dagar um árið. Hvør dagur kostar í mesta lagi 9.000 kr.

Freistin at bjóða upp á Mykinesleiða er 1. februar.

Strandfaraskip landsins vilja hava eitt skip, sum tekur minst 40 ferðafólk.

Mykinesleiðin hevur verið boðin út til privat felag at røkja síðani 2006. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537