Borgarin á veg til fiskiskap aftur

Borgarin á veg til fiskiskap aftur
Skaðin, sum nótaskipið Borgarin fekk fyrrapartin í gjár, var ikki størri enn so, at skipið er farið aftur til fiskiskap.
 
04.01.2018 - 10:48

Skaðin hendi, tá Borgarin bar við grótkastið í innsiglingini í Tórshavnar Havn. Skiparin segði við útvarpið í gjár, at hann sá bara aðra boyuna, tá teir sigldu inn. Tí sigldu teir skeivt og tóku í grótkastið.

Borgarin sigldi spakuliga og rendi seg ikki fastan, men slapp sjálvur avaftur.

Borgarin, sum reiðaríið Næraberg eigur, er nú staddur í ein landsynning úr Føroyum, nakað miðskeiðis millum Føroyar og Hetland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860