Opera fekk størsta stuðulin

Opera fekk størsta stuðulin
Sjey fingu stuðul til yrkisleiklist. Søkt varð um meira enn dupult so nógv sum játtanin er
Dagbókin hjá Leporello verður frumsýnd í mars.
Mynd: HeinesenMyndir  
 
12.01.2018 - 07:44

Hóast søkt varð um 1,7 milliónir krónur, vórðu bara latnar 650.000, tí játtanin er ikki størri enn tað.

Sjey verkætlanir hava fingið pengar frá Mentamálaráðnum til yrkisleiklist.

Tíggju umsóknir vóru og søkt varð um 1,7 mió. kr.

Størsta játtanin er 150.000 kr. til operuna Dagbókin hjá Leporello, sum verður frumsýnd á Tjóðpallinum í mars.  

Endamálið við stuðlinum, sum er 650.000 kr., er at menna yrkisleiklistina í Føroyum.

Stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur. skeið og til at keypa útbúnað og sakkøna hjálp.

Sjey verkætlanir

Hesi fingu stuðulin hesaferð:

Vár Berghamar Jacobsen: Luddi og Lundisa,  65.000 kr.

Katarina G. Nolsøe: Leitanin eftir at vera, 75.000 kr.

Det Ferøsche Compagnie: Hamlet, 80.000 kr.

GUT //Productions: Látur Medusu, 80.000 kr.

Teatur Grugg v/ Súsonnu Tórgarð: 24 mislykte nordmenn, 100.000 kr.

Tvazz v/ Gunnvá Zachariasen: Sansavilliniborgin “Býur okkara” ,100.000 kr.

Opera.fo, v/Biritu Adelu Davidsen: Dagbókin hjá Leporello, 150.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444