Kunnu ikki søkja eftir tíðindaleiðara enn

Kunnu ikki søkja eftir tíðindaleiðara enn
Kæran hjá Liljuni Weihe hevur steðgandi virknað, sigur Mentamálaráðið. Ætlanin var annars at søkja eftir tíðindaleiðara at byrja 1. mars
 
16.01.2018 - 10:03

Mentamálaráðið tikið avgerð um, at kæran hjá Liljuni Weihe skal hava steðgandi virknað.

Tað merkir, at kringvarpið hvørki kann lýsa eftir, ella seta ein nýggja tíðindaleiðara, meðan málið hjá Liljuni Weihe koyrir.

Liljan Weihe fekk uppsagnarskriv tann 21. december og kærdi uppsøgnina tann 3. januar. Tann 28. december sendi sakførarin hjá fyrrverandi tíðindaleiðaranum eina umbøn til Mentamálaráðið, um at kæran skuldi fáa steðgandi virknað, so kringvarpið ikki kundi seta ein nýggjan tíðindaleiðara, áðrenn málið er avgreitt. 

Sakførarin hjá Liljuni Weihe vísir í umbønini á, at tað bara er ein tíðindaleiðari, og at tað tí er óvist, um Liljan Weihe sleppur aftur í starv sum tíðindaleiðari, skuldi uppsøgnin verið ógyldað, og hon kann tí vera fyri álvarsligum rættartapi. 

Í hoyringarsvarið 3. januar 2018 førir kringvarpstjórin fram, at tað ikki ikki finst heimild fyri at geva kæruni um uppsøgn av Liljuni Weihe steðgandi virknað.

At stovnsbygnaðurin í Kringvarpinum verður skipaður av leiðsluni við tað, at krinvarpsstjórin ger uppskot til stovnsbygna, sum stýrið síðani staðfestir sambært kringvarpslógini, og haraftrat, at tað ikki er ásett í kringvarpslógini, at tað bara skal vera ein tíðindaleiðari. 

Sakførarin hjá Liljuni Weihe metir tó ikki, at tað krevur heimild at kæra eina vanliga fyrisitingarliga avgerð.

Til tað svarar kringvarpsstjórin tann 5. januar, at talan ikki er um eina vanliga fyrisitingarliga avgerð, men um leiðslurættin hjá kringvarpsstýrinum og kringvarpsstjóranum, og at hetta tí ikki kann kærast til Mentamálaráðið.

Kringvarpsstjórin førir haraftrat fram, at Kringvarp Føroya ikki verður nevnt undir grein 48 í fráboðan løgmans um býti av málsøkjum millum landsstýrismenninar, sum ein av stovnunum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum hevur yvirksipaða eftirlitið við, og sum hann hevur heimild til at geva tænastuboð. 

Hann metir tískil ikki, at landsstýriskvinnan í mentamálum hevur heimild til at geva tænastuboð um uppsøgnina av Liljuni Weihe. Tann avgerðin er tikin og Liljan Weihe er uppsøgd. Landsstýrismaðurin kann, sambært kringvarpsstjóranum, ikki áleggja kringvarpinum at lýsing eftir ella setan av nýggjum tíðindaleiðara fær uppsetandi virknað, tí tað er ikki heimild fyri tí í kringvarpslógini grein 23 ella í grein 48 í fráboðanum um málsøkjabýti. Kringvarpsstjórin boðar víðari frá, at verður uppsøgnin av Liljuni Weihe ógyldað, verður støða tikin til, hvussu mann fer fram í tí sambandi til tað tíð.

Ætlanin er sostatt at lýsa eftir nýggjum deildarleiðara til deildina Aktuelt í næstum við tí fyri eyga at seta starvið frá 1. mars 2018 ella skjótast gjørligt. Kringvarpsstjórin sigur seg tó bíða við hesi starvslýsing til Mentamálaráðið hevur gjørt sína niðurstøðu hesum viðvíkjandi. 

Mentamálaráðið tekur tó ikki undir við tulkingini hjá kringvarpsstjóranum av kringvarpslógini. 

Í niðurstøðuni skrivar Mentamálaráðið, at endamálið við at geva eini kæru stegðandi virknað er at sleppa undan teirri støðu, at ein avgerð fær óbótaligan skaða, um steðgandi virknaður ikki verður givin.

Haraftrat, at Mentamálaráðið metir seg hava heimild til at viðgera og taka avgerð í málum um steðgandi virknað.

Málið er rúgvismikið, og óvissan um substansin í málinum er stór. Harnæst eru skuldsetingarnar mótgevis tíðindaleiðaranum sera álvarsamar, tá ið hugsað verður um, at álitið á almenna stovnin og fjølmiðlafræsli kunnu koma í vanda, skrivar Mentamálaráðið í síni niðurstøðu.

Haraftrat at enn ber ikki til at siga nakað um, hvør endaliga avgerðin í uppsagnarmálinum fer at vera. 

Av tí at Liljan Weihe kærdi avgerðina so mikið skjótt eftir uppsøgnina, samanhildið við at kringvarpið ikki hevur søkt eftir nýggjum tíðindaleiðara, men hevur sett ein virkandi tíðindaleiðara, metir Mentamálaráðið ikki, at áhugin hjá Kringvarpinum í at lýsa ella seta ein tíðindaleiðara sum skjótast í hesum ítøkiliga føri, eigur at viga tyngri, enn áhugin hjá kæraranum í ikki at vera fyri einum møguligum rættartapi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860