Magni Arge skal hitta Puigdemont

Magni Arge skal hitta Puigdemont
Leiðarin fyri katalonsku loysingarrørsluna er boðin í Fólkatingið. Men fleiri flokkar vilja ikki tosað við Charles Puigdemont.
"Tað virkar sum um, at her er onkur, sum hevur lagt trýst á teir", sigur Magni Arge um flokkarnar, sum ikki vilja hitta Charles Puigdemont
 
20.01.2018 - 11:12

Týsdagim kemur Charles Puigdemont, leiðari fyri katalonsku loysingarrørsluna, á vitjan á Fólkatinginum. 

- Vit hava boðið honum á fund, soleiðis at vit kunna spyrja um støðuna, sigur Magni Arge úr Tjóðveldi við Politiken.

Bæði Vinstri, Konservativi og Liberal Alliance hava tó boða frá, at teir vilja ikki hitta Charles Puigdemont. 

- Danska stjórnin samskiftir við sponsku stjórnina í Madrid, sigur Henrik Dahl, framsøgufólk í uttanríkismálum hjá Liberal Alliance við TV2.

Hann heldur, at Charles Puigdemonat hevur framt landasvik móti sponsku stjórnini.

- Tað undrar meg, sigur Magni Arge.

- Tað virkar sum um, at her er onkur, sum hevur lagt trýst á teir um at vísa, at mann er ikki hugaður at geva honum nakra tign við at fara á fund við hann, sigur Magni Arge

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688