Annar svarti kassin funnin

Annar svarti kassin funnin
Eitt russiskt flogfar datt niður í gjár, og nú er annar av svørtu kassunum funnin
 
12.02.2018 - 10:10

Annar av svørtu kassunum í russiska flogfarinum, sum datt niður á leiðini við Moskva í gjár, er funnin, og hann er í góðum standi, sigur ein stjórnarkelda fyri tíðindastovuni Tass.

Kassin verður nú kannaðar. 

Hin svarti kassin í flogfarinum er ikki funnin enn.

Tað er framvegis ógreitt, hví innanríkisflogfarið datt niður fáar minuttir eftir, at tað var farið á flog úr floghavnini Do-mode-dovo 40 kilometrar úr høvuðsstaðnum Moskva, við kós móti býnum Orsk. 

Øll, sum vóru við flogfarinum doyðu, 65 ferðafólk. og manningin, ið taldi seks fólk, doyðu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537