Kári P. Højgaard spyr um koyrikort

Kári P. Højgaard spyr um koyrikort
Kári P. Højgaard vil spyr landsstýrismannin í samferðslumálum, Henrik Old, um somu reglur fyri koyrikort skulu galda í Føroyum sum í Danmark
Mynd: newsbreak.dk  
 
12.02.2018 - 10:16

Fólkatingið hevur samtykt, at aldur skal ikki longur verða forðing fyri at hava koyrikort til bil og motorsúklu, og kravið um læknaváttan er slept, tá koyrikortið verður endurnýggjað.

Kári P. Højgaard í Sjálvstýri spyr Henrik Old, um hann fer at taka aldursmarkið fyri koyrikort av, og kravið um læknváttan, eftir at fólk eru fylt 70 ár.

Eftir nýggju reglunum í Danmark fer koyrikortið úr gildi alt eftir, nær tað er útskrivað. 

Hjá summum bilførarum er koyrikortið galdandi, til teir eru 70 ár. 

Tey nýggju koyrikortini eru galdandi í 15 ár eftir útgávudagin. Síðani verða tey endurnýggjað, og erutey tá galdandi í 15 ár, sama hvussu gamal bilførarin er.

Kári P. Højgaard spyr Henrik Old, um hann eisini fer at seta hesa skipanina í gildi í Føroyum. 

Heldur ikki í Týsklandi og Svøríki er eitt ovara aldursmark fyri koyrikort til bil. 

Nýggju ásetingarnar í Danmark eru ikki galdandi fyri bilførarar, sum eru avmarkaðir vegna sjúku. 

Tá teir skulu endurnýggja koyrikortið, krevst læknaváttan, sama hvussu gamlir teir eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860