Fregnartænastur ávara móti at keypa Huawei

Fregnartænastur ávara móti at keypa Huawei
Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, og fregnartænastan, CIA, ávara ímóti at keypa fartelefonir frá kinesiska telerisanum, Huawei.
 
16.02.2018 - 07:42

Ein hoyring hevur verið í fregnartænastunevndini hjá amerikanska senatinum, og har ávaraðu leiðararnir í teimum trimum fregnartænastunum, CIA, FBI og NSA, amerikanarar ímóti at keypa kinesisku telefonirnar, tí tær eru ein vandi fyri trygdina, skrivar CNN.

Huawei hevur júst sent eina nýggja fartelefon á amerikanska marknaðin.

Stjórin í FBI, Chris Wray, segði fyri senatsnevndini, at tað er ein váði at loyva einum felagi, "sum hoyrir til eitt fremmant vald," sum hann tók til, inn í undirstøðukervið á telesamskiftisøkinum.

- Tað gevur møguleika at stjala upplýsingar og at njósnast, uttan at tað verður avdúkað, segði Chris Wray.

Huawei er vorðin ein heimsumfatandi telefyritøka, og hon hevur eisini selt útgerð til føroysku telefeløgini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444