Bjarni Hammer í farloyvi

28.02.2018 - 12:09
AktueltPolitikkur
Bjarni Hammer í farloyvi
Bjarni Hammer tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur biðið um farloyvi frá løgtinginum
Bjarni Hammer, tingmaður hevur nú biðið løgtingið um farloyvi frá løgtinginum
Mynd: © savn  
 

Í kjalarvørinum av forsíðusøguni í Sosialinum fyrr í vikuni, har Bjarni Hammer var lagdur undir at útvega hassj til ungar gentur, hevur tingmaðurin nú biðið um farloyvi frá løgtinginum. 

Hann biður samstundis um, at næsta varafólkið á listanum tekur sæti á tingi fyri seg. 

Bjørg Dam stendur í løtuni næst á listanum. Hon fekk 115 atkvøður á løgtingsvalinum í 2015.

Bjarni Hammer sigur, at hann fer sjálvur at boða frá, tá farloyvið skal enda.

Aksel V. Johannesen, løgmaður heitti fyrrakvøldið á Bjarna Hammer um at fara í farloyvi, meðan løgreglan kannar málið.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. juni
3-2
95742
Mánadag 17. juni
EM hondbóltur: Føroyar - Montenegro
95713
Mánadag 17. juni
Andaktin
95706
Sunnudag 16. juni
EM hondbóltur: Danmark - Føroyar
95711
Mikudag 12. juni
Minnist tú enn? (13:13)
26422