Statsadvokaturin: Vit kanna málið

Statsadvokaturin: Vit kanna málið
Tað eru stuttu boðini frá Henrik Plæhn, ákæra, tá vit ringja til hansara fyri at spyrja um málið við Bjarna Hammer, tingmanni. 
Mynd av søguni á tíðindaportalinum in.fo við tilhoyrandi reklamu fyri mánadagssosialinum
Mynd: in.fo  
 
01.03.2018 - 14:16

- Avhoyringar eru gjørdar, og vit kannað málið nú, sigur statsadvokaturin, Henrik Plæhn. 

Henrik Plæhn, sum er ákæri hjá Statsadvokatinum í Danmark, sigur við Kringvarpið í dag, at tey hava málið um Bjarna Hammer um hendur, og at tey hava sagt løgregluni í Keypmannahavn frá, sum handferð avhoyringar í málinum.

Ov tíðliga at siga nakað

Henrik Plæhn sigur, at tað enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt, tí málið er somikið nýtt. Í løtuni kanna tey tilfarið, ið er fingið til vega, og at meir fæst at vita um nakrar vikur.

Advokaturin hjá Bjarna Hammer, Jógvan Páll Lassen, hevur onga viðmerking til málið.

Sosialurin legði í blaðnum mánadagin Bjarna Hammer undir at hava viljað skaffað ungdómi hasj.

SÍ EISINI: Lagdur undir at skaffa hassj

Strangar etiskar leiðreglur í politinum

Afturat politikanningunum, so noyðist Bjarni Hammer eisini at lata seg viga á disciplineru vágskálini hjá politivaldinum.

Politivaldið hevur sera strangar leiðreglur um etikk hjá sínum starvsfólki - sokallaða decorum-kravið. Hesi eru m.a. útgreinað í bóklinginum "Etik i Politiet", sum verður brúkt á Politiskúlanum. Í innganginum stendur soleiðis:

"At verða tænastumaður hjá løgregluni snýr seg um álit. Tí er tað umráðandi, at tú førir teg fram virðiliga, meðan tú er í tænastu - og harafturat skal tú eisini halda teg frá viðurskiftum uttanfyri tænastuna, sum kann hava við sær, at fólk missa álit á tær sum persóni". 

Víst verður eisini á, hvussu løgreglufólk skal skikka sær alment, hvussu tey eiga at málbera seg, hvussu teirra atburður eigur at vera á sosialum miðlum, og at løgreglufólk ikki skal taka ímóti avsláttri, gávum og øðrum, sum kann seta teirra óheftu støðu í vanda.

Fleiri discipliner-mál

Á hvørjum ári eru mong sokallað disipliner-mál eftir tænastumannalógini í donsku løgregluni.

Hetta eru mál, har løgreglufólk eru farin út um etisku mørkini í decorum-kravinum.

Starvsrættarligu revsingarnar fyri hesi brot fevna frá ávaring og til at missa starvið. Er talan um lógarbrot, verður ákæra eisini reist móti viðkomandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
EM-tíðindi 18. januar 2026
202849
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738