H71 á odda

H71 á odda
H71 hevur lagt seg á odda í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum. Tað hendi, tá teir í gjár vunnu 34-30 á StíF.
 
05.03.2018 - 09:19

Men H71 hevur spælt ein dyst meira enn Neistin, sum nú liggur á øðrum plássi, og tað er bara eitt stig millum liðini. 

Tveir aðrir dystir vórðu spældir í gjár. Í Vestmanna spældu VÍF og Team Klaksvík. Talan var um ein málríkan dyst, sum vestmenningar trygt vunnu 37-30. Og í høllini í Kollafirði fóru gestirnir við øllum, tá Kyndil vann 34-28 á KÍF.

Eftir umfarið í gjár er støðan í FTZ-kappingini hendan:

  Dystir Stig
H71 17 25
Neistin 16 24
VÍF 16 18
Kyndil 15 17
Team Klaksvík 18 14
STÍF 17 11
KÍF 17 7

 

VÍF enn á odda

Tríggir dystir vóru eisini í kvinnudeildini. Stíf og H71 spældu á Skála, har H71 kvinnurnar vunnu 22-27.

Í Vestmanna endaði tað javnt 23-23 millum VÍF og VB, meðan Kyndil vann við fimm málum á Stjørnuni í Klaksvík. Úrslitið var 21-26. 

Eftir umfarið í gjár er støðan í hvonn-kappingini hendan:

  Dystir Stig
VÍF 18 32
Kyndil 17 28
VB 18 25
Neistin 17 15
H71 18 13
Stjørnan 18 10
STÍF 18 1

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. juli
Morgunlesturin hósdagur 10.juli 2025
194082
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076