Ríkmaður rindar burkabøtur

Ríkmaður rindar burkabøtur
Ríkmaðurin Rachid Nekkaz sigur seg longu hava goldið 1538 bøtur fyri kvinnur, sum hava fingið dóm og harvið bót fyri at ganga við burka
Rachid Nekkaz vil gjalda sokallaðu burkabøturnar
Mynd: france24.com  
 
06.03.2018 - 07:52

Ríkmaðurin Rachid Nekkaz leggur seg nú út í kjakið um burkabann í Danmark.

Ríkmaðurin, sum er av franskt-algeriskum uppruna, sigur seg longu hava goldið 1538 bøtur fyri kvinnur í Fraklandi, Belgia, Sveis og Týsklandi, sum hava fingið dóm og harvið bót fyri at ganga við burka. Tilsamans er talan um meira enn tvær milliónir krónur.

Í Danmark fer fólkatingið væntandi í næstum at samtykkja burkabann. Rachid Nekkaz sigur við Kristeligt Dagblad, at hann ætlar sær at gera tað, hann er mentur, fyri at ein tílík lóg onga ávirkan fær á tær kvinnur, sum brúka burka.

- Tað skal steðgast

Hann ætlar sær tí at gjalda bøturnar fyri kvinnurnar.

- Míni boð til fólkatingið er, at tað gevur onga meining at samtykkja eitt burkabann, tí kvinnurnar koma kortini ikki at gjalda bøturnar, sigur Rachid Nekkaz.

Boðini fáa danskar politikarar at umhugsa at herða ásetingarnar í lóggávuni.

- Eins og vit ikki góðtaka, at onkur annar rindar fartbøturnar fyri tey, sum koyra ov skjótt, so góðtaka vit ikki eitt tílíkt stig. Hann máar burturav danskari lóggávu, og tað skal steðgast, sigur Naser Khader, framsøgumaður í rættar- og innflytaramálum hjá Konservativa flokkinum.

Sjálvstýri vildi eisini forbjóða

Í oktober í fjør boðað Sjálvstýri frá, at flokkurin hevði latið løgtinginum eitt uppskot um at forbjóða burka og niqab.

Burka er turriklæðið, sum fjalir alt andlitið, og niqab er turriklæði, sum fjalir alt uttan eyguni. Uppskotið varð tó ongantíð lagt fyri løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010