Vakmyndatól umborð á Ennibergi

Vakmyndatól umborð á Ennibergi
Dátueftirlitið hevur onga formliga kæru fingið um vakmyndatólini á verksmiðjuni á flakatrolaranum Ennibergi og fær tí einki sagt um málið
 
19.03.2018 - 10:12

Hava vit gjørt eitt mistak, verður tað rættað, sigur reiðarin á flakatrolaranum Ennibergi, nú gjørt er vart við vakmyndatól í verksmiðjuni umborð.

Enniberg hevur havt vakmyndatól á dekkinum síðani skipið kom fyri 28 árum síðani. 

Tað sigur Kaj Johannesen, reiðari á Ennibergi. 

Tað var eftir áheitan frá arbeiðsformonnum á Ennibergi, at vakmyndatól vórðu sett upp í verksmiðjuni.

Slík tól lætta nógv um arbeiðsgongdina.

Bara skiparin og stýrimenn síggja upptøkurnar, og tær verða ikki goymdar, sigur Kaj Johannesen. 

Og hann leggur afturat, at hava tey í reiðarínum gjørt ein fótfeil, sum hann tekur til, so verður hann rættaður.

Eingin kæra enn

Dátueftirlitið hevur onga formliga kæru fingið um vakmyndatólini í verksmiðjuni á flakatrolaranum Ennibergi og fær tí einki sagt um málið sum er. Men Dátueftirlitið setir seg inn í málið.

Dátueftirlitið kann taka mál upp av sínum eintingum.

Heldur ikki er nøkur fráboðan komin um vakmyndatólini.

Eingin má seta upp og tendra vakmyndatól, uttan fyrst at boða Dátueftirlitinum frá.

Ein í manningini á Ennibergi, sum undirskrivar seg "ein av gott 40 monnum, ið er undir eftirliti hjá P/F Ennibergi" sendi í gjárkvøldið eina kunning til Fiskimannafelagið, Fiskimálaráðið og fjølmiðlarnar um vakmyndatól í fabrikkini á Ennibergi.

Tá mannningin mynstraði 24.januar, vóru vakmyndatól sett upp ymsa staðni í fabrikkini, millum annað yvir skráskerarunum, yvir reinskeringarborðunum og yvir pakkiborðinum. 

Fekk einki at vita 

Hetta hendi, uttan at manningin fekk nakað at vita um tað frammundan, og uttan at nøkur kunning er um hví, og um hvør hevur atgongd til myndirnar, stendur í almannakunngjørdu kunningini.

Mortan Johannesen, sum var reiðari á Ennibergi, váttar á Vágaportalinum, at vakmyndatólini eru har fyri at skiparin kann síggja, hvat hendir umborð. 

Hann sigur eisini, at neyðugu loyvini eru við at koma undir land. 

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at hann í morgun hevur skrivað til Dátueftirlitið og biðið um, at vakmyndatólini verða tikin niður, áðrenn Enniberg fer nýggjan túr í morgin.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at hann fer at hyggja upp á brævið. 

Tú kanst lesa alt brævið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815