Ákærdur fyri 41 kynslig brotsverk

Ákærdur fyri 41 kynslig brotsverk
Danska ákæruvaldið fyri serlig revsimál er nú liðugt við ákæruritið móti einum 42 ára gomlum føroyingi í sambandi við kynslig brotsverk
 
20.03.2018 - 11:28

Føroyingurin varð handtikin tíðliga í heyst og situr í varðhaldi í Danmark. Maðurin er ákærdur fyri at hava viðvirka til neyðtøku og annan kynsligan ágang móti einum 4 ára gomlum dreingi. 

Maðurin skal hava eggjað eini 42 ára gamlari kvinnu at gera seg kynsliga inn á 4 ára gamla sonin, sum kvinnan eigur. Hann er komin við ráðum og leiðbeining og hevur eggjað mammuni til kynsligan ágang móti syninum, og í ávísum førum hava hann og mamman havt felags fatan av, hvat mamman skuldi gera við sonin.

Talan er um 41 ákærur.

Kvinnan varð dømd

42 ára gamla mamman varð fyrr í hesum mánaðinum dømd 3 ár og 9 mánaða fongsulsrevsing fyri millum annað at hava neyðtikið sonin.

Kvinnan, sum er ættað úr Charlottenlund, játtaði seg seka, í tíðarskeiðnum frá juni til september í fjør, millum annað at hava roynt at neyðtikið, fyri at hava neyðtikið á annan hátt enn samlegu, fyri blygdanarskemd - sum alt er gjørt móti 4 ára gamla syni hennara, og fyri at gera upptøkur, liggja inni við og senda víðari barnapornografiskt tilfar, stendur í dóminum, sambært rættinum í Lyngby.

Noktar seg sekan

Føroyingurin er ákærdur fyri brot á grein 216 í revsilógini, sum er um neyðtøku, grein 23, sum er um at hava eggjað og komið við ráðum, og grein 232, sum er um blygdanarskemd. 

Sambært donskum miðlum noktar 42 ára gamli føroyingurin seg sekan í ákærunum.

Enn er dagur ikki ásettur, nær málið kemur fyri rættin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527