Solberg stuðlar Listhaug

Solberg stuðlar Listhaug
Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, heldur, at Sylvi Listhaug kann koma afturíaftur sum ráðharri seinni
 
20.03.2018 - 14:10

Sylvi Listhaug avgjørdi fyrr í dag at leggja frá sær sum løgmálaráðharri, tí alt bendi á, at meiriluti fór at vera í stórtinginum fyri misáliti á hana.

- Sylvi Listhaug hevur lagt dent á at fremja sín politikk. Hon talar greitt og týðiliga. Við at leggja frá sær, setur hon stjórnarsamstarvið og politikkin fremst, sigur Erna Solberg, sum seinni í dag fer at tilnevna nýggjan løgmálaráðharra.

Sylvi Listhaug hevur verið undir stórum trýsti seinastu tíðina, eftir at hon skrivaði á Facebook, at Arbeiðaraflokkurin, sum er í andstøðu, hugsar meira um yvirgangsfólk enn um trygdina í Noregi. 

Hon hevur síðani fleiri ferðir biðið Arbeiðaraflokkin um umbering, men tað góðtók andstøðan ikki, og flokkurin Reytt legði uppskot um misálit á Sylvi Listhaug fyri stórtingið.

Í gjár boðaði Kristiligi fólkaflokkurin, sum er parlamentariska grundarlagið undir stjórnini, frá, at hann hevði ikki álit á Sylvi Listhaug, og tá varð greitt, at meiriluti var fyri uppskotinum um misálit.

Í morgun boðaði so Sylvi Listhaug frá, at hon leggur frá sær sum løgmálaráðharri og fer aftur í stórtingið. Hon er vald fyri Framburðsflokkin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444