Vilja rannsaka Cambridge Analytica

Vilja rannsaka Cambridge Analytica
Trygdarstjórin í Facebook leggur frá sær eftir ósemju um, hvussu sosiala netverkið skal handfara sín egna leiklut í spjaðingini av "fake news"
 
20.03.2018 - 11:15

Hægsti trygdarstjórin í Facebook, Alex Stamos, leggur frá sær eftir ósemju um, hvussu sosiala netverkið skal handfara sín egna leiklut í spjaðingini av miskunning og følskum tíðindum. Tað skrivar The New York Times.

Tíðindini um, at trygdarstjórin leggur frá sær, koma beint sum Facebook stendur mitt í stórari altjóða gølu um, at dátur frá 50 milliónum amerikanarum á Facebook skulu vera stolnar og misbrúktar í amerikanska forsetavalstríðnum.

Stolið dátur frá 50 mió. veljarum á Facebook

Um vikuskiftið bleiv avdúkað, at greiningarfyritøkan Cambridge Analytica í London, sum arbeiddi fyri Donald Trump undir forsetavalstríðnum í USA, skal hava stolið dátur frá 50 milliónum amerikanskum veljarum á facebook. 

Tíðindini vilja vera við, at Cambrigde Analytica stjól dáturnar fyri at kunna gera eitt forrit til at ávirka veljararnar í USA. Úrslitið bleiv sambært The New York Times selt til Trump-leguna undir valstríðnum.

Í gjár sendi bretska Channel 4 eina avdúkandi sending um virksemið hjá Cambridge Analytica við duldum upptøkum. 

Vísa øllum skuldsetingum aftur

Ein journalistur letist vera ein vinnulívsmaður frá Sri Lanka, sum vil ávirka eitt lokalval har. Á fundi við stjóran í Cambrigde Analytica, Alexander Nix, fær loyniligi journalisturin efir øllum at døma at vita, hvussu tey kunnu hjálpa honum at vanæra politisk mótvalevni.

Fyritøkan Cambridge Analytica vísir øllum skuldsetingum frá sær og sigur við BBC, at sendingin hjá Channel Four í gjár var redigerað og klipt fyri at fáa eina ávísa mynd av passa.

Brúktu spurnakapping til sálarliga profilering

Málið byrjar í 2014, tá facebook-brúkarar kundu taka eina spurnakapping fyri at finna fram til, hvat slag av fólki tey vóru. Men forritið var gjørt soleiðis, at tað ikki bara seyg dáturnar hjá teimum luttakandi til sín, men eisini allar dátur hjá vinum teirra á facebook.

270.000 fólk á facebook valdu at trýsta á spurnakanningina, og soleiðis vórðu dátur frá eini 50 milliónum facebook-brúkarum fingnar til vega, uttan at tey høvdu givið loyvi til tað.

Cambridge Analytica verður nú lagt undir at hava brúkt hesar dáturnar til sálarfrøðiliga profilering av fólki, og at tilfarið er latið Trump-leguni undir forsetavalstríðnum.

Cambridge Analytica var tá undir leiðslu av Steve Bannon, sum til í summar var fremsti politiski ráðgevi í Hvítu Húsunum hjá Donald Trump, forseta.

Eisini ávirkað fólkaatkvøðu um Brexit

Fyritøkan verður eisini løgd undir at hava ávirkað fólkaatkvøðuna í Bretlandi um Brexit.

Antonio Tajani, sum er formaður í ES-parlamentinum, vil nú hava málið kannað í ES-høpi.

Og BBC skrivar, at bretski dátumyndugleikin hevur søkt um loyvi at gera húsarannsókn á skrivstovuni hjá Cambridge Analytica í London.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010