Facebook kennir teg best

Facebook kennir teg best
Granskarar frá Cambridge University hava ment eina algoritmu, sum metir um tína persónligheit við at taka støði í tí, sum tú "dámar"
 
21.03.2018 - 14:30

Mangan hevur verið skrivað, at Facebook veit nógv - um ikki alt - um okkum. Í roynd og veru kennir Facebook okkum betur enn okkara nærmastu. Tað skrivar TV2.

Í 2015 mentu granskarar frá Cambridge University eina nýggja algoritmu, sum metir um tína persónligheit við at taka støði í tí, sum tú dámar á Facebook.

Talgild spor

Tá tú eitt nú dámar eina síðu ella eina leinkju á Facebook, leggur tú eitt talgilt spor eftir tær. Tað er hetta sporið, sum algoritman brúkar til at meta um okkara persónligheit, og metingin sigst at vera sera neyv. 

Tá tú hevur dámað 10 ferðir, kann algoritman meta um persónligheitina hjá tær neyvari enn tínir starvsfelagar kunnu. Aftaná 70 'likes' er metingin neyvari enn hjá vinfólki. Eftir tú hevur trýst á 'like'-knøttin 150 ferðir, kann algoritman greiða neyvari frá tínari persónligheit enn familjan kann, og eftir 300 'likes' er hon neyvari enn hjá maka tínum. 

 

Kannginin, sum varð gjørd í 2015, vísti, at tað, sum vit hava dámað á Facebook, kann geva ábendingar um eitt nú okkara kynsliga samleika og politisku hugsjónir. 

Algoritman sær ein samanhang, sum ikki annars er beinleiðis sjónligur. Tað verði seg ein samanhangur millum til dømis intelligens og matuppsløg, sum tú hevur dámað. 

Tú kanst fáa eina persónsligheitsmeting her. Hetta krevur tó, at tú gevur heimasíðuni atgongd til tínar persónligu dátur á Facebook. 

Misnýttu persónligar dátur

Um vikuskiftið skrivaðu dagbløðini The Observer og New York Times, hvussu privata greiningarfyritøkan Cambridge Analytica ólógliga hevur misnýtt upplýsingar hjá milliónum av Facebook-brúkarum til m.a. at ávirka amerikanskar veljarar á forsetavalinum í 2016.

Ein spurnarkanning varð gjørd, har facebook-brúkarar kundu finna fram til, hvat slag av fólki tey vóru. Men forritið var gjørt soleiðis, at tað ikki bara seyg dáturnar hjá teimum luttakandi til sín, men eisini allar dátur hjá vinum teirra á facebook. 

270.000 fólk á facebook valdu at trýsta á hesa spurnarkapping, og soleiðis vórðu dátur frá eini 50 milliónum facebook-brúkarum fingnar til vega, uttan at tey høvdu givið loyvi til tað ella vistu um tað.

BBC skrivaði í gjár, at nevndarformaðurin í Facebook, Mark Zuckerberg, er biðin um at koma í parlamentið at greiða frá, hvønn leiklut Facebook hevur havt í dátu-gøluni, sum nú leikar á.

Tryggja tínar persónligu dátur

Facebook hevur broytt treytirnar fyri, hvussu miðilin gevur appum atgongd til persónligar dátur hjá brúkarum.

Tó eru nøkur ráð fyri, hvussu tú kanst tryggja tínar persónligu dátur á sosiala miðlinum.

  • Logga á Facebook, trýst á "stillingar" og síðani á "Appir" í vinstra bredda. 
  • Trýst á "Forrit, vevsíður og ískoytisforrit".
  • Trýst á "Ógilda platform".

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú ikki brúka aðrar appir á Facebook. Tað merkir eitt nú, at tú frameftir ikki kanst brúka Facebook til at rita inn á øðrum heimasíðum, og tú kanst ikki luttaka í spurnarkanningum ella brúka appir, sum brúka tínar upplýsingar á Facebook.

Tú kanst eisini velja, at ógilda tær ymsu appirnar, sum fyrr hava fingið atgongd til upplýsingar hjá tær. Harafturat kanst tú á hesi síðuni eisini rætta tær upplýsingar, sum vinfólk tíni geva víðari, tá tey geva appum ella síðum atgongd til sítt Facebook. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933