Forsetin í Myanmar fer frá

Forsetin í Myanmar fer frá
Forsetin í Myanmar, Htin Kyaw, boðar í dag frá, at hann leggur frá sær. Hann hevur verið forseti í tvey ár.
Htin Kyaw og Aung San Suu Kiy. Kyaw leggur frá sær eftir tvey ár sum forseti í Myanmar.
 
21.03.2018 - 11:59

Í einari almennari fráboðan verður sagt, at 71 ára gamli Kyaw vil sleppa taka sær meiri av løttum. Men ein talsmaður fyri stjórnarflokkin sigur fyri Reuters, at forsetin leggur frá sær av heilsuávum.

Htin Kyaw er vinmaður Aung San Suu Kyi, sum verður hildin at vera veruligi leiðarin í Myanmar. Hon kann ikki vera forseti, tí ein grein í grundlógini forðar fyri tí. 

Hermannastjórnin, sum hevði valdið í Myanmar, setti hesa greinina í grundlógina.

Alment er Aung San Suu Kyi uttanríkisráðharri. 

Sambært grundlógini hevur forsetin stórt vald í landinum, men Kyaw hevur havt ein meiri umboðandi leiklut, tí San Suu Kyi hevur verið veruligi leiðarin í Myanmar síðani 2016.

Í løtuni røkir annar varaforsetin, Myint Swe, forsetaembætið í Myanmar. 

Nýggjur forseti verður valdur fyrsta dagin, og tað verður ikki Myint Swe, tí sambært grundlógini kann ein varaforseti ikki taka við forsetaembætinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418