Tingmenn spyrja Høgna um uppboðssøluna

Tingmenn spyrja Høgna um uppboðssøluna
Tingmenn úr øllum andstøðuflokkum spyrja Høgna Hoydal, hví fiskarættindi verða seld á dupult afturlatnari uppboðssøla, sum ikki er roynt fyrr
 
26.03.2018 - 09:12

Tingmenn úr øllum andstøðuflokkunum spyrja nú Høgna Hoydal, landsstýrismann, hví hann hevur valt at selja fiskirættindi á dupult afturlatnari uppboðssølu, ein skipan, sum ikki er roynd í Føroyum fyrr.

Jørgen Niclasen, Jógvan Skorheim, Helgi Abrahamsen, Jákup Mikkelsen og Jenis Av Rana spyrja, um Høgni Hoydal ætlar at taka ráðgevingina frá Fiskivinnuráðnum til eftirtektar.

Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við ætlanini um at hava dupult afturlatna uppboðssølu.

Teir spyrja eisini, um Høgni Hoydal ætlar at vísa løgtinginum ta virðing at bíða við at lýsa kunngerðina um uppboðssøluna, til løgtingið er liðugt at viðgera uppskotið um at taka uppboðssøluna úr lógini um sjófeingi, lógini um nýggja fiskivinnuskipan. 

Andstøðutingmennir siga, at øll vinnan vil hava opna uppboðssølu, opinleika og gjøgnumskygni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891