- Eingin ivi er um, at tað er Russland

- Eingin ivi er um, at tað er Russland
Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, um eiturálopið á fyrrverandi russiska njósnarin og dóttir hansara
 
03.04.2018 - 16:31

- Eingin ivi er um, at tað er Russland, sum framdi atsóknina móti fyrrverandi russiska njósnaranum og dóttir hansara í bretska býnum Salisbury.

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri við Danmarks Radio.

- Vit hava fingið vitan gjøgnum tær keldur, sum vit hava. Og eingin onnur frágreiðing kann vera, enn at tað er Russland, sum hevur ein fingur við í spælinum, sigur Lars Løkke Rasmussen.

- Tað er óreingiligt. Tað er eisini tann niðurstøðan, sum eg saman við mínum starvsfeløgum kom til á ES-toppfundinum, sum vit høvdu fyri páskir, sigur hann.

Russland hevur støðugt noktað fyri at hava nakran leiklut í eiturálopinum í Bretlandi, sum hevur gjørt støðuna millum Russland og mong vestanlond serstakliga spenta seinastu vikurnar.

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May kemur annars á vitjan í Danmark mánadagin, skrivar DR.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444