- Nýggi terminalurin skal útbyggjast

- Nýggi terminalurin skal útbyggjast
Tað sigur Gudny Langgaard, sum í dag hevur fingið starvið sum stjóri á Vága Floghavn. 
 
03.04.2018 - 16:19

Men tað eru ikki meira enn knapt fýra ár síðani, at nýggi terminalurin á Vága Floghavn varð tikin í nýtslu. Og longu nú hevur nýggi stjórin ætlanir um at byggja út.

- Eg vænti í øllum førum, at ein verkætlan, sum kemur at fylla nógv, er terminalurin, og at hann má byggjast út. Tað trúgvi eg í øllum førum er nakað, sum, eg við vissu kann vísa á, kemur at merkjast, sigur nýggi stjórin á Vága Floghavn. 

Ferðavinnan veksur

Orsøkin til nýggja terminalin er, at ferðavinnan í Føroyum veksur skjótt, og nýggi stjórin er tískil bangin fyri, at terminalurin, sum var tikin í nýtslu í 2014, fer at gerast ov lítil. 

- Ferðavinnan veksur øgiliga skjótt, tað gongur øgiliga skjótt, og tað má ikki vera soleiðis, at flogvøllurin gerst ov lítil, sigur hon. 

Gudny Langgaard leggur aftrat, at tað er trupult at siga, júst nær terminalurin á Vága Floghavn verður ov lítil, men at hon hevur ætlanir um, at støddin á terminalinum fylgir við vaksandi ferðavinnuni í Føroyum.  

Opin fyri samstarvi

Ein onnur broyting á Vága Floghavn seinasta árið er, at vit hava fingið eitt flogfelag afturat. SAS byrjaði at flúgva til Føroya fyri einum ári síðani. Føroyaflúgvingin hjá SAS hevur viðført størri kapping og sostatt bíligari ferðaseðlar. 

Nýggi stjórin á Vága Floghavn sigur, at um áhugi er hjá fleiri flogfeløgum at koma hendan vegin, er hon opin fyri samstarvi. Men Gudny Langgaard sigur tó, at hon ikki fer at arbeiða miðvíst fyri at fáa fleiri flogfeløg hendan vegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. juli
Morgunlestur týsdagur 16. juli 2024
177834
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Mánadag 15. juli
Morgunlestur mánadagur 15. juli 2024
177833
Sunnudag 14. juli
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
178020
Nýggjastu sendingar í SV