Afturlatin uppboðssøla er rættvísast

bannari
Afturlatin uppboðssøla er rættvísast
Tað heldur Høgni Hoydal, sum heldur fast um sína ætlan at bjóða út fiskirættindi á afturlatnari uppboðssølu.
 
04.04.2018 - 08:15

Samanumtikið meti eg, at afturlatin uppboðssøla er ein rættvís skipan, har øll kappast á jøvnum føti. Harnæst verður keypið avgreitt eins fyri øll. 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heldur fast um sína ætlan at bjóða út fiskirættindi á afturlatnari uppboðssølu. Hann hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi um afturlatnu uppboðssøluna.

Høgni Hoydal hevur ikki gjørt av enn, hvussu nógv rættindi verða seld á afturlatnari uppboðssølu. 

Uppskotið um kunngerð hevur verið til hoyringar, men endalig niðurstøða er ikki løgd í málið. Fyribils niðurstøðan er millum annað bygd á royndirnar frá afturlatnu uppboðssølunum í 2016 og 2017.

Í afturlatnari uppboðssølu verður gjørligt at koma við fimm boðum. Keypari kann leggja eitt boð inn, sum fevnir um ein kiloprís til eina ásetta nøgd í kilo. 

Hetta merkir, at til ber at tryggja sær eina ávísa nøgd. Hetta ber ikki til á opnari uppboðssølu, sigur Høgni Hoydal.

Kemur keypari við fimm boðum, hevur hvørt boðið ein kiloprís og eina nøgd í kilo. Hetta merkir, at keyparin kann bjóða høgan prís til ávísa kilonøgd og harnæst bjóða upp á størri nøgdir við lækkandi prísi. 

Tilboðini verða raðfest við lækkandi eindarprísi, til øll útbjóðaða nøgdin er seld. Tilboðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum tilboðum, sum komu upp í part, ásetir eindarprísin, sum øll skula rinda. 

Hetta er marknaðarprísurin, har útboð og eftirspurningur javnviga, sigur Høgni Hoydal í svari sínum. 

Hann sigur, at vanligt er at brúka afturlatna uppboðssølu, har kappingin er avmarkað, tí ein sterkur keypari kann bjóða veikari kappingarneytarnar út í eini opnari uppboðssølu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010