Nýggj átøk á Facebook: Hetta verður broytt

Nýggj átøk á Facebook: Hetta verður broytt
Facebook hevur almannakunngjørt nøkur nýggj átøk, sum skulu gera tað lættari hjá facebook-brúkarum at verja seg fyri misnýtslu av upplýsingum
 
06.04.2018 - 11:05

Facebook stríðist nú av álvara fyri at bøta um umdømið hjá sær í kjalarvørrinum av, at ymiskar greiningarfyritøkur hava fingið hendur á fleiri upplýsingum hjá Facebook-brúkarum.

Talan er serstakliga um appir, sum brúkarar nýta á Facebook. Fyrr hava hesar appir fingið upplýsingar til vega um bæði tann, ið brúkar appina, og vinum teirra. Nú verða treytirnar fyri savnan av upplýsingum enn strangari fyri appir, sum hava tilknýti til Facebook. 

Mike Schroepfer, sum hevur evstu tøkniliga ábyrgd á sosiala miðlinum, skrivar á almenna blogginum hjá Facebook, at nú eru nýggj átøk sett í verk, sum skulu tryggja dáturnar hjá brúkarum enn meira, tá tey eitt nú nýta appir gjøgnum sosiala miðilin. Tær týdningarmiklastu broytingarnar eru hesar: 

Tiltøk: 

Appir hava fyrr fingið loyvi til at savna upplýsingar um tey tiltøk, sum fólk hava sagt seg luttaka í. Hetta hevur í ein mun givið appum upplýsingar um onnur fólk, sum eisini luttaka í sama tiltaki. Nú verður tað broytt, soleiðis at appir ikki fáa atgongd til eitt nú gestalistarnar og uppsløgini á teimum ymsu tiltøkunum, sum eru á Facebook. Frameftir verður hetta loyvið givið til serstakar appir, sum Facebook hevur góðkent, og sum hava samtykt strangar treytir viðvíkjandi upplýsingunum, sum verða fingnar í vega. 

Bólkar:

Við loyvi frá umsitarum av bólkunum (admins), hava appir havt møguleika fyri at fáa atgongd til loyniligar og privatar bólkar á Facebook. Men hetta hevur givið appunum møguleika at savna upplýsingar um samrøður og annað, sum fólk hava havt í teimum loyniligu og privatu bólkunum.

Hetta verður nú broytt, og nú skulu hesar appirnar eisini hava serstakt loyvi frá Facebook. Harafturat hava hesar appirnar ikki longur atgongd til limalistan, og hava sostatt ikki møguleika at savna upplýsingar um, hvørji fólk eru í somu bólkum. Samstundis verða allar privatar upplýsingar sum til dømis nøvn og vangamyndir fjaldar.

Síðir:

Appir hava altíð havt atgongd til allar sokallaðu síðir á Facebook. Hetta hevur givið framleiðarum møguleika at snikka appir saman, sum eitt nú hjálpa umsitarum hjá síðunum at millum annað gera uppsløg og svara boðum í boðklivanum. 

Nú skal Facebook góðkenna allar appir, ið vilja hava atgongd til síðir á Facebook.

Innritan:

Øgiliga nógvar appir geva tær møguleika at rita inn við Facebook. Tað er skjótt og nemt, og tú sleppur undan at skriva allar upplýsingar um teg, áðrenn tú brúkar appina. Men hetta hevur samstundis givið appini alskyns upplýsingar um bæði teg og fyrr eisini tínar vinir. 

Facebook herdi í 2014 treytirnar hjá appum, ið brúktu hesa funkuna, og hesar treytir verða nú enn strangari. Hetta merkir, at skal ein app brúka Facebook-innritan, so verður ikki longur møguligt hjá appunum at savna inn upplýsingar um eitt nú politiskar hugsjónir, trúarstøðu, hjúnalagsstøðu, arbeiðssøgu og útbúgving, sum appir annars hava fingið til vega fyrr. 

Samstundis verður tað frameftir soleiðis, at hevur tú ikki brúkt eina app í tríggjar mánaðir, fella rættindini hjá appini at savna inn tínar upplýsingar burtur. 

Leiting:

Tað hevur fyrr verið møguligt at leita eftir fólki við at skriva telefonnummarið ella teldupostbústaðin í leitibjálkan ovast á Facebook. Á blogginum stendur, at illviljandi framleiðarar hava misnýtt hesa funku at savna saman upplýsingar um brúkarar. Tað er serliga hendan funkan, sum Facebook heldur, millum annað hevur elvt til, at upplýsingar hjá fólki skjótt eru komnar í skeivar hendur. Tískil verður hendan leitifunkan nú ógildað.

Uppkall og boð:

Á Facebook-vangnum hjá fólkum flest er í høgru síðu ein breddi við einum lista av fólki, sum tú hevur mest samband við. Fólk, sum brúka Messenger-appina hjá Facebook, hava givið Facebook loyvið at fáa hesar upplýsingar til vega. Á blogginum stendur, at Facebook hevur eftirmett hesi loyvi fyri at tryggja, at innihaldið í teim ymsu samtalunum ikki er fingið til vega, og Facebook fer nú at strika allar upplýsingar, sum eru eldri enn eitt ár. Facebook vil framhaldandi gera listar yvir, hvønn tú hevur samskift mest við, men hetta verður einans gjørt við teimum neyðugu upplýsingum, stendur á blogginum. 

Fyrr hevur tað verið soleiðis, at Facebook hevur savnað innihaldið í samtalunum sum til dømis myndir, filmsbrot og gifs, sum verða send gjøgnum Messenger. Tað skrivar Anna Sol Jørgensen eitt nú um í eini grein, har hon hevur kannað allar tær upplýsingar, sum Facebook hevur um hana. 

App-eftirlit:

Mánadagin tann 9. apríl verður helst sjónligasta broytingin sett í verk. Tá brúkarar rita inn, verður ein leinkja sjónlig ovast á forsíðuni, har fólk fáa møguleika at síggja, júst hvørjar appir hava fingið loyvið at savna upplýsingar frá teimum. Samstundis fáa brúkarar møguleika at síggja, júst hvørjar upplýsingar, hesar appirnar hava um tey. Harafturat kunnu brúkarar skjótt og lætt strika appirnar og ógilda loyvini, um tey ikki hava tørv á hesum appunum longur. Sum liður í hesum, skrivar Facebook á blogginum, verður eisini fortalt, um teirra upplýsingar eru blivnar brúktar í gøluni viðvíkjandi Cambridge Analytica. 

 Hvørjar upplýsingar hevur Facebook um teg?

Tú kanst eisini kanna, hvørjar upplýsingar Facebook hevur um teg, eins og Anna Sol Jørgensen gjørdi í greinini, sum er nevnd omanfyri. 

Til ber at taka niður hesar upplýsingar, sum tó kann taka eina løtu alt eftir, hvussu virkin tú hevur verið á sosiala miðlinum.

1. Trýst á pílin ovast til høgru og vel stillingar.

2.  Trýst síðani á heinta avrit av tínum Facebook-dátum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585