Størsta yvirgangsrættarmál byrjað í Finnlandi

Størsta yvirgangsrættarmál byrjað í Finnlandi
Ein 23 ára gamal maður úr Marokko, sum hevur søkt um friðskjól í Finnlandi, er ákærdur fyri at hava dripið og sært fólk á einum torgi í Turku
Abder-rahman Bouanane drap tvey tilvildarlig fólk og særdi átta onnur við knívi á einum torgi í finska býnum Turku.
Mynd: EPA  
 
10.04.2018 - 11:37

Í finska býnum, Turku, eisini nevnt Åbo, er størsta rættarmál í sambandi við yvirgang byrjað. 

Talan er um 23 ára gamlan mann úr Marokko, sum hevur søkt um friðskjól í Finnlandi. Hann er ákærdur fyri í augustmánað í fjør at hava dripið tvey fólk við knívi og sært átta onnur á Salutorginum í Turku.

Maðurin, Abder-rahman Bouanane, greiddi í rættinum frá, at hann fór eftir tilvildarligum ofrum. Sambært løgregluni rópti hann Allahu Akbar - Allað er stórur - meðan hann høgdi fólk niður við knívi.

Finska løgreglan sigur, at Bouanane tekur undir hugsjónunum hjá yvirgangsfelagsskapinum, IS, og at álopini í Turku vóru hevnd fyri, at lond í vesturheiminum bumbaði í Sýria í fjør.

Løgreglan sigur, at ungi marokkin varð radikaliseraður bara tríggjar mánaðir, áðrenn hann framdi blóðuga álopið.

Tey særdu og familjur hjá ofrunum hava kravt tilsamans 600.000 evrur í endurgjaldi frá gerningsmanninum, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444