Filippinar bøta um føroyska kvinnuundirskotið

Filippinar bøta um føroyska kvinnuundirskotið
Stórur partur av kvinnum, sum hava flutt til Føroya seinastu átta árini, eru føddar í Filipsoyggjum og Tailandi.
Fyrsti flokkurin hjá Bergljót av Skarði fær prógv í føroyskum sum fremmandamál í 2015.
Mynd: Kringvarp Føroya  
 
12.04.2018 - 12:30

Tilsamans búðu 845 fleiri kvinnur í Føroyum í 2017 enn í 2010, størsti parturin er føddur í Danmark og Føroyum.

Tilflytingin úr Danmark er størsta orsøkin til, at undirskotið av kvinnum í føroyska samfelagnum er minkað seinastu árini. Men vøksturin millum kvinnur í suðureysturasia hjálpir eisini væl til.

Uttanfyri ríkisfelagsskapin er vøksturin nógv størstur millum kvinnur føddar í Filipsoyggjum og Tailandi.

104 fleiri kvinnur frá Filipsoyggjum búðu í Føroyum í 2017 samanborið við 2010, og 46 fleiri, sum eru føddar í Tailandi.

Á triðja og fjórða plássi liggja kvinnur føddar í Noregi og Serbia og Montenegro, men har er vøksturin bara 13 kvinnur frá 2010 til 2017.

(Kelda: Hagstova Føroya)

 

Kvinnur búsitandi í Føroyum skift á føðiland - 10 størstu broytingarnar í tølum
Land 2010 2017 Broyting
Føroyar 20895 21199 304
Danmark 1517 1748 231
Filipsoyggjar 45 149 104
Tailand 60 106 46
Noreg 85 98 13
Serbia og Montenegro 9 22 13
Bretland 50 61 11
Grønland 91 101 10
Kenja 2 11 9
Kina 14 23 9

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066