Óvissa um eftirskúlan í Suðuroy

Óvissa um eftirskúlan í Suðuroy
Enn er ógreitt, nær ella um ein eftirskúli í Suðuroynni verður veruleiki. Tað kom fram, tá munnligir fyrispuringar vóru í tinginum í gjár
 
19.04.2018 - 07:30

Tað var Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ið spurdi landsstýriskvinnuna í Mentamálum, hvussu gekk við málinum um eftirskúla í Suðuroynni. 

Ein eftirskúlanevnd legði fram ætlanir um ein eftirskúla á Drelnesi í Suðuroy í oktober í 2015, og síðani skuldi nevndin kanna málið víðari. Fyri einum ári síðani, á vári í fjør, var eitt innleiðandi umfar av samskifti millum Mentamálaráðið og Tvøroyrar kommunu. Síðani tá hevur verið friðarligt, men arbeitt verður við málinum, segði Rigmor Dam millum annað í svarinum til Jacob Vestergaard. 

SÍ EISINI: Borgarstjórin stendur spyrjandi

Hetta helt Jacob Vestergaard bera boð um, at lítið ella onki hendir í málinum. Hann segði, at peningur áður hevur verið settur av til eftirskúlan í Suðuroy, men tá eydnaðist ikki at brúka pengarnir til endamálið. Hann undraðist á manglandi samskiftið millum partarnar: 

- Tað framgongur, at tað hevur verið lítil røring í málinum frá Suðuroynni. Tað ljóðar eitt sindur undarligt, at tað fyri einum ári síðani varð samskift, og so hevur einki samskifti verið aftur, segði Jacob Vestergaard millum annað, og legði afturat, at hann vónaði, at eftirskúlatilboðið, sum stórur tørvur er á, skjótt verður sett á stovn.

SÍ EISINI: Stórur tørvur á eftirskúla í Føroyum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444