Føroyingahavnin í Grønlandi takast niður

Føroyingahavnin í Grønlandi takast niður
Nordafar støðin í Føroyingahavnini í Grønlandi, skal takast niður. Tað er tilmæli frá Tjóðsavninum og Landsverki til myndugleikarnar
 
03.05.2018 - 12:37

Í nógv ár var Nordafar í Føroyingahavnini inntøkugrundarlagið hjá nógvum føroyingum. Eingin hevur tó verið fast á staðnum seinastu 30 árini ella so. Tað sæst aftur, tí staðið er í ógvuliga ringum standi, sigur Erland Viberg Joensen, savnsvørður á Tjóðsavni Føroya.

Tað var ein bólkur frá Tjóðsavninum og Landsverk í Grønlandi í fjør og kannaði umstøðurnar á Nordafar støðini. Hóast høvuðstilmæli er, at standurin er so mikið vánaligur, at støðin skal takast niður, so mæla teir eisini til, at partar verða varðveittir, tí Føroyingahavnin hevur stóran søguligan týdning fyri føroyingar, og tað skulu vit eisini kunna vísa á, sigur Erland Viberg Joensen.

Uppruddingararbeiðið verður mett at kosta 23 milliónir krónur, og tann peningin fer føroyska landsstýrið nú at finna.

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sigur, at fleiri føroysk landsstýri undan honum hava tosað um at rudda upp eftir okkum í Føroyingahavnini. Nú var eitt beinleiðis ynski frá grønlendsku myndugleikunum um at fara undir arbeiði, og tað varð eftirlíkað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844