Nýggjur skúli á Tvøroyri

Nýggjur skúli á Tvøroyri
Tvøroyrar kommuna arbeiðir við at byggja ein nýggjan skúla, men enn er óvist, hvar skúlin skal vera.
 
08.05.2018 - 17:28

Tvøroyrar kommuna arbeiðir við at byggja ein nýggjan skúla.

Spurningurin er, hvar skúlin skal vera. Onkur vil vera við, at best er at hava hann í Trongisvági, har skúli er frammanundan, umframt ítróttarhøll og fótbóltsvøllur.

Onnur vilja vera við, at skúlin liggur best á Tvøroyri, har skúli eisini er, og so liggur hann miðskeiðis í býnum. 

Tey bera ótta fyri, at tað verður ov friðarligt í miðbýnum, um alt skúlavirksemið skal vera í Trongisvági. 

Skúlin á Tvøroyri er gamal, og hóast umvælingar eru gjørdar, so verður hildið best at byggja nýggjan skúla.

Fyri nøkrum árum síðani var farið undir ætlanina at byggja nýggjan skúla, og fyrireikingar vóru gjørdar til skúlan. Men semja var ikki um, hvar skúlin skuldi vera, og tí steðgaði ætlanin.

Nú hevur kommunan so sett sær fyri at fara undir at byggja nýggjan skúla, og at tað skal gerast í hesum valskeiðinum. Tí hevur tað eisini skund at fáa samtykt, hvar skúlin skal vera.

Tvøroyrar Býráð umrøddi skúlan á fundi í gjárkvøldið, og samtykt varð at skipa fyri einum evnisdegi fyrst í juni, har allir partar skulu vera við, og so skal avgerð takast um, hvar nýggi skúlin skal byggjast, upplýsir Henrik Weihe Joensen, býráðsskrivari á Tvøroyri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860