Hóttir við at koyra skúladreingir til hús

Hóttir við at koyra skúladreingir til hús
Træta um pengar millum tvær kommunur kann nerva skúlagongdina hjá næmingum í framhaldsdeild
Eysturkommuna hevur avtalu við Fuglafjørð um framhaldsdeild. Myndin er av skúlanum í Fuglafirði.
 
17.05.2018 - 13:02

Fimm skúladreingir úr Gøtu verða koyrdir úr skúlanum við Løkin í Runavík í morgin.

Tað skrivar Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, til Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu.

Orsøkin til trætuna um næmingarnar er, at eingin vil gjalda fyri skúlagongdina hjá teimum:

Foreldur, sum Útvarpið hevur tosað við, siga, at tey bíða til í morgin eftir skúlatíð við at taka støðu til, hvat tey gera, um børn teirra verða koyrd úr skúlanum, nú ein góður mánaður er eftir av skúlagongdini.

Fríggjadagurin 18.mai 2018 verður seinasti dagurin, næmingar tykkara eiga innivist í okkara skúlaverki, um næmingagjaldið ikki er goldið fyri ta tíð.

Soleiðis skrivar borgarstjórin í Runavík til starvsfelaga sín í Eysturkommunu tann 7.mai í ár.

Og tað er tað, sum næmingarnir og foreldur teirra vita higartil. Tey hava ikki frætt meira, um seinasti skúladagur er hjá næmingunum í morgin. 

Fyrra freistin var 13.april.

Træta um skúlagjald

Ein træta um fimm dreingir úr Gøtu, sum ganga í áttanda flokki í skúlanum við Løkin í Runavík, tykist ikki at kunna loysast, tí eingin vil gjalda skúlagongina hjá teimum.

Gøta er í Eysturkommunu, og Eysturkommuna, sum ikki hevur framhaldsdeild, hevur avtalu um framhaldsdeild við Fuglafjarðar kommunu og rindar fyri tey, sum ganga har.

Men Eysturkommuna vil ikki gjalda fyri næmingar, sum fara í framhaldsdeild aðrastaðni, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen.

Hann sigur, at tað eiga foreldrini hjá næmingunum, sum eru í framhaldsdeild aðra staðni enn í Fuglafirði, at vita.

Eysturkommuna vil ikki gjalda rokningina frá Runavíkar kommunu, sum er 15.000 kr. fyri hvønn næming í framhaldsdeildini við Løkin.

Hendan støðan hevur verið eina ferð fyrr, sigur Jóhan Christiansen. Tað var í 2014, men tá fluttu næmingarnar bústað í Runavíkar kommunu.

Prinsipp

Men talan er ikki pengarnar men um prinsippið, sigur Jóhan Christiansen. 

Eysturkommunu fer ikki at gjalda fyri eina tænastu, sum kommunan ikki hevur biðið um.

Jóhan Christansen sigur, at Eysturkommuna rindaði fyri nakrar næmingar, sum fóru í fótbóltsskúlan í Havn í 2010, tí tað var ein serligur skúli.

Foreldur í Eysturkommunu siga, at higartil hava pengarnir fylgt næminginum, sama hvønn skúla, tey eru farin í. 

Næmingarnir, sum nú eru í skúlanum við Løkin, eru teir fyrstu, sum Eysturkommuna ikki vil gjalda fyri, siga foreldur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887