Ongantíð áður framt kynsligan ágang

Ongantíð áður framt kynsligan ágang
Kvinnan, sum varð avhoyrd í rættinum í Lyngby í dag, segði, at hon føldi seg noydda at lata føroyinginum okkurt afturfyri at varðveita sambandið
Rætturin í Lyngby
 
24.05.2018 - 12:08

Kvinnan, sum er dømd fyri at hava framt kynslig brotsverk móti sínum egna soni, sigur, at hon kenda seg noydda at lata 42 ára gamla ákærda føroyinginum okkurt afturfyri, fyri at varðveita sambandið við hann.

Kvinnan, sum varð avhoyrd í rættinum í Lyngby í dag, segði, at hon hevur ongantíð framt kynsligan ágang móti børnum fyrr. 

- Hon greiddi frá, at tað var skjótt eftir, at tey møttust á kjattinum á LinkedIn, at prátið byrjaði at snúgva seg um sex, og hon gjørdist rættiliga skjótt forelskað í føroyinginum, sigur Kaj Joensen, sum fylgir málinum í rættinum í Lyngby.

Kvinnan vardi seg gjøgnumgangandi við, at hon var rúnabundin at manninum og føldi at hon mátta geva okkurt afturfyri at varðveita sambandið við hann. 

- Hon leggur meira ella minni upp til, at hon kennir seg manipuleraða av føroyska manninum, sigur Kaj Joensen. 

Kvinnan vardi seg eisini við, at hon ongantíð áður hevur gjørt seg inn á børn, men sinnisstøða hennara var vánaliga, og tað gekk illa í hjúnalagnum. 

Ákærin vildi hava fram, at føroyski maðurin hevur manipulerað kvinnuna til at fremja brotsverkini. Sambært Kaj Joensen, so merktist tað eisini á kvinnuni, at hon var illa fyri, og hon kendi seg ikki væl í rættarsalinum.

Um 11 tíðina var steðgur í rættarfundinum, men tá hann verður tikin uppaftur, verður hildið fram at gjøgnumganga tær meira enn 40 ákærurnar móti 42 ára gamla føroyinginum.

Seinasti rættarfundur í hesum málinum verður mánadagin, og tá fellur dómur væntandi eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. august
Morgunlestur leygardagur 31. august 2024
179487
Fríggjadag 30. august
Vikuskiftið 30 august 2024
179942
Fríggjadag 30. august
Breddin: Vakmyndatól og kvinnufráflyting
179919
Fríggjadag 30. august
Morgunlestur fríggjadagur 30. august 2024
179482
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179948
Fríggjadag 30. august
Veðrið
179943
Hósdag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179895
Týsdag 27. august
Olaf & trappan - teknmálstulkað
150041
Týsdag 27. august
Veðrið - teknmálstulkað
179740