Landskassin yvir hálva milliard í avlopi í fjør

Landskassin yvir hálva milliard í avlopi í fjør
170 mlliónir stóðu í fíggjarlógini, men avlopið var nógv størri enn tað. Besta úrslit í 16 ár
Tað vóru ikki smápengar eftir í landskassanum, tá 2017 varð gjørt upp.
 
03.06.2018 - 12:46

Landskassin hevði yvir eina hálva milliard í avlopi í fjør.

Avlopið er góðar 563 milliónir krónur sambært landsroknskapinum fyri 2017, sum er sendur løgtinginum.

Hetta er besta úrslit hjá landskassanum síðani 2001. 

Inntøkurnar hjá landskassanum, so sum skattur og avgjøld, eru størri enn mett varð í fíggjarlógini, har avlopið er góðar 170 milliónir krónur.  

Í 2016 var avlopið hjá landskassanum 158 milliónir krónur

Góðar 312 milliónir krónur vórðu fluttar í Búskapargrunnin í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542