Olaf Johannesen fekk Ársins heiðursvirðisløn

Olaf Johannesen fekk Ársins heiðursvirðisløn
Sjónleikarin Olaf Johannesen varð í kvøld heiðraður við Ársins heiðursvirðisløn á Ársins Reumert virðislønahandan í Skuespilhuset í Keypmannahavn
Olaf Johannesen og Marita Dalsgaard.
Mynd: Laufey Brynhildardóttir  
 
09.06.2018 - 20:32

Fyri løtu síðan varð sjónleikarin, Olaf Johannesen heiðraður við Ársins heiðursvirðisløn í Skuespilhuset í Keypmannahavn, tá Reumert virðislønirnar fyri 2018 í kvøld vórðu handadar á stórfingnum hátíðarhaldi í dýrdarveðri. Ársins heiðursvirðisløn er hin størsta virðislønin, ein kann fáa í Reumerthøpi. Heiðursvirðislønarmóttakarar hava fyrr verið Lisbeth Dahl, Lars Mikkelsen, Bodil Udsen og Ghita Nørby. 

Ein sjónliga fegin og takksamur Olaf Johannesen, ið júst er liðugur at framføra vælumtókta og ummælarrósta leikin, Diktatorin á Nørrebro Teater, segði eftir handanina, at hann og familja hansara nú fóru at njóta summarið. 

- Eftir eina tíð við nógvum arbeiði verður fantastiskt at njóta lívið, summarið og rósurnar, segði Olaf.  

Olaf Johannesen og unnusta hansara, leikstjórin og sjónleikarin, Marita Dalsgaard, vóru til hátíðarhaldið í Skuespilhuset við børnum teirra. Tey nutu øll heiðurin, góða selskapið, rómin, lagið og veðrið saman.

– Hetta er eitt heilt einastandi kvøld, har vit saman njóta fruktirnar av nógvum tímum av hørðum og miðvísum arbeiði, søgdu tey bæði, og børnini tóku undir við foreldrunum.  

Eingin vanligur sjónleikari

Søren Kaare Andersen, stjóri í Bikubenfonden, handaði Olafi Ársins heiðursvirðisløn, ið var hæddarpunktið á kvøldinum. Hann segði millum annað, at Olaf als, als ikki var ein vanligur sjónleikari, men ein framúrskarandi leikari, sum hevði eina einastandi yrkisleið í donskum sjónleiki. Ein sjónleikari, sum altíð velur at taka av avbjóðingum.

Søren Kaare Andersen fór á eina ferð gjøgnum starvsleiðina hjá Olafi, har hann í stuttum kom inn á tey ymisku størvini í inn- og útlandi, sum Olaf hevur leikað og sambært Søren Kaare Andersen meistrað til UG. Síðan gav hann orðið til ein sjónliga kenslubornan Olaf Johannesen.  

Í takkarøðu síni legði Olaf Johannesen út við at siga, at hann bara var ein púra vanligur sjónleikari. Hann takkaði Bikubenfondinum og Reumertráðnum fyri stóra heiðurin. Hann legði dent á, at tad vóru mong, hann fegin vildi takka. Hann vildi takka øllum teim, ið høvdu boðið honum innar og øllum teimum, sum høvdu tikið hann við.

Eina serliga hjartaliga tøkk veitti Olaf børnum sínum, Johannes, Antoniu, Sigrid, Tobias og Sissal. Síðan gav hann konu síni, Maritu Dalsgaard, eitt stórt klemm á pallinum og segði, at Marita hevði givið honum tí vón, áræði og dirvi, sum hevði við sær, at hann megnaði at arbeiða og avrika. Hann undirstrikaði, at Marita var klókasta sjónleikarmenniskja, sum hann kennir. Olaf endaði røðuna við at siga, at tað var solidariteturin í sjónleikinum, ið sambindur.

Livandi palllist

Reumert virðislønirnar, ið eru uppkallaðar eftir sjónleikaranum, Poul H. Reumert, sum livdi frá 1883-1968. fevna um alla danska palllist. Tað er Bikubenfonden, sum stendur aftanfyri virðislønirnar, ið hava verið handaðar á hvørjum vári síðan 1998. Hetta er sostatt tjúgunda árið, Reumert virðislønirnar verða handaðar.  

Handaðar verða virðislønir í 16 flokkum, umframt 10 virðislønir til serliga gávað. Eitt serligt ráð velur móttakararnar av virðislønunum. Ráðið verður valt av Bikubenfonden, og liminir í ráðnum eru serkøn innan sjónleika- og palllistina. Liminir eru í høvuðsheitum millum fremstu sjónleikaummælarar ella persónar við serligum tilknýti til sjónleikaheimin. 

Endamálið vid Ársins Reumertvirðislønunum er at seta sjóneykuna á livandi pallistina fyri at heiðra nakrar av størstu donsku pallistafólkunum og kveikja áhuga fyri livandi sjónleikin í Danmark.  

Vertir til hátíðarhaldið vóru Mille Lehfeldt, Laus Høybye og Jakob Fauerby, og tey syrgdu fyri at áskoðarar fingu eitt kvøld, sum var á tremur við tónleiki og satiru. Virðislønanhandanin varð framleidd av Det Kongelige Teater og pallsett av leikstjóranum, Birgitte Næss-Schmidt við scenografi frá Marianne Nilsson.  

Umframt stóra heiðurin fekk Olaf Johannesen 200.000 krónur.

Vunnið áður

Olaf Johannesen er føddur í 1961. Hann er útbúgvin sjónleikari á Odense Teaters skuespilskole í 1986. Hann hevur millum annað verið við í sjónleikinum Jeppe på Bjerget á Grønnegårdsteatret í 2016, Vredens Druer á Betty Nansen, Peer Gynt á Schauspielhaus Dusselforf og Samtale før døden og Mefisto á sjónleikarhúsinum Betty Nansen, har hann vann Reumert-virðislønina fyri besta manliga leiklut í 2014. 

Í films- og sendirøðshøpi hevur Olaf Johannesen millum annað verið við í Skammens datter, Borgen, Forbrydelsen 3 og Broen 3, sum eru sera vælumtóktar bæði í Danmark og útlondum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585