Yvirlivdi spreinging

Yvirlivdi spreinging
Emmerson Mnangagwa, forseti í Zimbabwe, yvirlivdi í gjár eina drápsroynd á einum valfundi í Bulawayo í suður-Zimbabwe.
Emmerson Mnangagwa hevur verið forseti í Zimbabwe síðan November í fjør
 
24.06.2018 - 11:51

Umleið 15 fólk vóru løstað í eini spreinging, sum eftir ætlan skuldi beina fyri forsetanum. Talið av særdum kann tó vera hægri, skrivar BBC.

Videomyndir vísa Mnangagwa forseta veittra til eina fjøld kl. 14 í gjár. Hann fer av pallinum og inn í eitt VIP telt nærhendis, og fá sekund seinni brestir ein bumba inni í teltinum.

Bulawayo er næststørsti býur í Zimbabwe og ein háborg hjá andstøðuni í Zimbabwe. Sambært viðmerkjarum hjá BBC hevur Mnangagwa forseti nógvar fíggindar - bæði fyri at fella fyrrverandi forsetan, Robert Mugabe, og fyri at vera ein av nærmastu stuðlunum hjá Mugabe gjøgnum nógv ár.

Mnangagwa fekk ongan skaða sjálvur, men tveir varaforsetar Kembo Mohadi og Constantino Chiwenga vóru millum tey særdu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843