Danmark ávarar Grønland um kinesiskt samstarv

Danmark ávarar Grønland um kinesiskt samstarv
Fregnartænastan hjá donsku verjuni ávarar Grønland um at lata kinesarar sleppa upp í flogvallarverkætlanina.
Flogbreytin á flogvøllinum í Nuuk skal eftir ætlan leingjast frá 900 til 2.2000 metrar.
 
29.06.2018 - 09:37

Lars Findsen, ovasti í FE, sigur við Altinget.dk, at Grønland kann enda í einum sera ójøvnum sambandi, har annar parturin hevur munandi fleiri vøddar at spæla við enn hin.

Íløgur kunnu vera góðar, men baksíðan kann vera, at tú verður bundin av henni, og í longdini kann tað vísa seg at vera skaðiligt, tá talan er um tveir sera ólíkar partar, sum standa hvør móti øðrum, sigur Lars Findsen við Altinget.dk.

Kina hevur fleiri ferðir víst áhuga fyri Grønlandi og Grønland somuleiðis. Í fjør heyst vóru fýra limir í grønlendska landsstýrinum í Kina á vinnuráðstevnu.

Táverandi landstýrismaðurin í vinnumálum, Hans Enoksen, hevði í tí sambandi fund við kinesiska íløgubankan, EXIM. 

Partarnir tosaðu um møguleikan fyri, at kinesarar eru við til at fíggja nýggju flogvallarverkætlanina, sum er mett at kosta slakar fýra milliardir krónur.

Hans Enoksen segði eftir fundin, at hann var nøgdur, og at hann vónaði, at kappingarfør tilboð fóru at koma, tá arbeiðið skuldi bjóðast út. 

Men tað er ikki vandaleyst at loyva kinesiskum fyritøkum loyvi at fáa fótin fyri seg í Grønlandi, heldur fregnartænastan hjá donsku verjuni. 

Sambært Lars Findsen hava kinesiskar fyritøkur altíð sum aðalmál, hvat er best fyri áhugamálini hjá kinesiska statinum, tá tær gera íløgur, og tí kanst tú ikki skilja privat og handilslig endamál sundur, ljóðar ávaringin frá fregnartænastuni. 

Lars Findsen sigur, at tey halda eitt vakið eyga við kinesiskum virksemi í Grønlandi, tí Grønland er partur av ábyrgdarøkinum hjá verju-fregnartænastuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902