Frankaríki og Uruguay víðari

Frankaríki og Uruguay víðari
Spenningurin økist alsamt í Russlandi, og í dag er Danmark eitt av liðunum, sum skal í eldin.
 
01.07.2018 - 09:40

Í gjár vóru tveir fótbóltsdystir leiktir í áttandapartsfinaluni í HM, sum er í Russlandi . 

Tann fyrri dysturin var millum Frankaríki og Argentina, og hann endaði 4-3. Sostatt fara vit ikki at síggja meira til Messi og hansara argentinsku fótbóltsfelagar, tað sum eftir er av HM. 

Seinni dysturin var millum Uruguay og Portugal, og úrslitið varð 2-1 til Uruguay, sum fer víðari til kvartfinaluna ímóti Frankaríki.

Í dag eru tveir dystir á skránni. Spania og Russland spæla klokkan trý føroyska tíð, og so er tað Kroatia og Danmark, sum spæla klokkan sjey føroyska tíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418