Puigdemont kann útflýggjast til Spania

Puigdemont kann útflýggjast til Spania
Fyrrverandi katalanski leiðarin, Carles Puigdemont, kann nú útflýggjast Spania. Tað upplýsir týski dómstólurin, sum hevur viðgjørt málið.
 
12.07.2018 - 13:44

Fyrrverandi katalanski leiðarin, Carles Puigdemont, kann nú útflýggjast Spania. Tað upplýsir týski dómstólurin, Slesvig-Holstein, sum seinastu tíðina hevur viðgjørt málið um Puigdemont. Tað skrivar DR. 

Fyrr í ár bað Spania Týskland um at útflýggja fyrrverandi katalanska leiðaran. Men svarið tá var nei, tí uppreistur sambært týskari lóggávu ikki er ein nóg góð orsøk til at útflýggja Puigdemont.

Í greinini um uppreistur stendur, at harðskapur eisini skal vera brúktur, og tað kann ikki prógvast, at Puigdemont hevur nýtt harðskap. 

Men nú eru nýggjar ákærur reistar móti Puigdemont. Hesa ferð eru tað ákærur um mutur. Tí metir týski dómstólurin, at Puigdemont kann útflýggjast. 

Ákæruvaldið skal nú taka støðu til útflýggingina. Og týska ákæruvaldið sigur samstundis eisini, at avgerð um málið skjótt verður tikin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418