Byggja ríðihøll í Miðvági

Byggja ríðihøll í Miðvági
Limir í Vága Ríðingarfelag eru sjálvbodnir í ferð við at byggja høll í Miðvági, skrivar Føroya Ríðingarfelag á heimasíðuni.
 
18.07.2018 - 10:03

Fólk, sum ríða í Vágum, fáa nú eina høll og fjós til rossini í Miðvági.

Limir í Vága Ríðingarfelag eru sjálvbodnir í ferð við at byggja høll í Miðvági, skrivar Føroya Ríðingarfelag á heimasíðuni.

Tá høllin er liðug, kunnu vágafólk eisini ríða, tá myrkt er úti ella keðiligt veður. Og tá fer eisini at bera til at hava undirvísing og annað um veturin.

Eins og í Havnardali kunnu limir í Vága ríðingarfelag byggja sær fjós við hølllina. 

Hetta kann gera, at rossini í Vágum verða miðsavnað heldur enn at standa spjadd í bygdinum, í gomlum neytafjósum, skúrum ella bilhúsum. 

Á hendan hátt ber vónandi til at skapa veruligt rossaumhvørvi, skrivar Føroya ríðingarfelag. 

Higartil er bygt, uttan at lán er tikið. Vága Ríðingarfelag hevur tilvitað valt ikki at taka ov stóran fíggjarligan váða. 

Við flúgvarabedingina í Vágum eru kappríðingarbreyt og rundbreyt til gongulagskappingar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444