Umstrídd jødalóg samtykt í Ísrael

Umstrídd jødalóg samtykt í Ísrael
Ísraelska parlamentið hevur í nátt samtykt umstrídda lóg, sum staðfestir, at bara jødar hava sjálvavgerðarrætt í landinum. 
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael, segði, at lógin er avgerandi fyri søguna hjá ísraelska ríkinum.
Mynd: AP  
 
19.07.2018 - 09:24

Lógin verður skýrd at vera rasistisk og á markinum til apartheid móti arabiska minnilutanum í Ísrael. Tað skrivar Reuters.

Drúgt og stundum hvassorðað orðaskifti hevur verið um lógina. 

Atkvøðugreiðslan byrjaði mikudagin og vardi í meira enn átta tímar. Lógin varð samtykt við 62 atkvøðum fyri og 55 ímóti. 

- Hetta er avgerðandi løta fyri zionismuna og fyri søguna hjá ísraelska ríkinum, segði Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, eftir atkvøðugreiðsluna.

Við sonevndu jødisku tjóðríkjalógini missir arabiska málið heitið sum alment mál á stigi við hebraiskt.

Í staðin fær arabiskt eina serliga støðu, so at málið framvegis kann brúkast í ísraelskum stovnum.

Eisini verða jødisku búsetingarnar nú flokkaðar undir tjóðaráhugamál.

1,8 milliónir ísraelskir arabarar búgva í landinum, tey eru 20 % av ísraelska fólkinum, sum er níggju milliónir fólk tilsamans.

Funnist verður at lógini, tí hon fremmandagerð arabiska minnilutan. 

- Eg eri skelkaður og sorgarbundin, at demokratiið er deytt, segði Ahmed Tibi, sum er arabiskur politikari í Ísrael eftir atkvøðugreiðsluna. 

Netanyahu, forsætisráðharri, verjir tó lógina.

- Vit halda fram at tryggja borgararættindini í ísraelska demokratinum, men meirilutin hevur eisini rættindi, og meirilutin bestemmar, segði hann undan atkvøðugreiðsluni. 

- Eg fari at tryggja, at okkara ríki framhaldandi er jødiskt í fleiri ættarlið frameftir, segði Netanyahu, sambært Ritzau. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537