Hóttir við at stongja Hormuz-sundið

Hóttir við at stongja Hormuz-sundið
Iranski forsetin, Hassan Rouhani, er í øðini inn á USA, tí landið hevur tikið seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran
 
22.07.2018 - 16:40

Í sjónvarpaðari talu í dag ávarar Rouhani USA um, at møguliga verður Hormuz-sundið stongt, um USA heldur fram "at spæla við halan hjá leyvuni", sum Rouhani málber seg.

Hetta er aftursvar til USA, sum hevur hótt við at revsa lond, sum ikki innan 4. november gevast at keypa olju frá Iran. Donald Trump, forseti, boðaði áttanda mai í ár frá, at USA fer úr kjarnorkuavtaluni, og at landið aftur fer at seta í verk tiltøk móti Iran.

Hormuz-sundið 

Ger Rouhani álvara av álvarsligu hóttanini, kunnu fleiri lond ikki flyta olju gjøgnum Hormuz-sundið í Persiska flógvanum. Góð 20 prosent av heimins olju verða hvønn dag flutt gjøgnum sundið.

Russland, Kina, Bretland, Frakland og Týskland samdust fyri tveimum vikum síðani at hjálpa Iran halda gongd í olju-og gass-útflutninginum.

Í vón um at bjarga kjarnorku-avtaluni, tosaðu uttanríkisráðharrarnir um at forða vinnulívinum í at ógilda gjørdar avtalur í Iran sum avleiðing av møguligum tiltøkum frá USA.

Opið stríð

Men kortini ávarar Rouhani í sjónvarpaðu talu síni í dag í Teheran, at í ringasta føri kann hetta gerast opið stríð við USA.

- Friður við Iran er friður við móður friðin. Kríggj við Iran er kríggj við móður krígsins, segði Hassan Rouhani. 

Hann vendi sær eisini beinleiðis til amerikanska forsetan, Donald Trump. 

- Tú meldar kríggj, fyri síðani at siga, at tú stuðlar iranska fólkinum. Tú kanst ikki venda iranska fólkið móti sínum egnu áhugamálum, segði Rouhani. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
Vikuskiftið 20 feb 2026
204567
Fríggjadag 20. februar
LEITISSTEIN 20.02.2026
204562
Fríggjadag 20. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Uni Debess
204535
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418